Byggið tunnil til Vatnsoyrar

Hálsurin norðanfyri Sandavág hevur fleiri ferðir í vetur elvt til trupulleikar fyri samferðsluna. Nú heldur Dánjal Poulsen, at tíðin er komin at gera ein tunnil fyri at sleppa undan honum.

- Øll vita, at vegurin frá Vágatunlinum til Flogvøllin er alt annað enn tíðarhóskandi. Langa og tunga brekkan niðan á Háls móti Sandavági, trupuleikin av hálku og kava um Hálsin, koyrt verður í tættbygdum øki millum hús í Sandavági og Miðvági, har ferðsluforðingarnar eru nógvar – alt hetta darvar, er orku- og tíðarkrevjandi og vandamikið fyri ferðsluna og fyri vaksin og børn í báðum bygdunum, skrivar Dánjal Poulsen.

Hann nevnir aðrar loysnir, sum hava verið nevndar, so sum at gera ein tunnil frá Vágatunlinum til Sandavágs ella at gera nýggjan landsveg omanfyri Sandavág og Miðvág, men sigur, at tíbetur er hvørgin av hesum ætlanum sett í verk.

- Einasta rætta loysnin er, at gera tunnil frá Vágatunlinum til Vatnsoyrar, skrivar hann. Hesin tunnilin verður umleið seks kilometrar langur, sum er á leið tað sama sum Norðoyatunnilin. Prísurin verður eini 300 til 400 milliónir krónur, sum, við fígging frá verandi bummgjøldum, verður afturgoldið um eini 10 til 15 ár.

- Nýggi tunnilin er at meta sum liðugtgerð av stóru verkætlanum báðum, Vágatunlinum og Vága Floghavn. Føroyar fáa tá gott undirstøðukervi til nýmótans flogsamband við útheimin, skrivar Dánjal Poulsen.

Dánjal Poulsen nevnir fleiri fyrimunir við hesi loysn:

Í minsta lagi 10-12 minuttir verða spardir at koyra millum flogvøllin og Vágatunnilin. Tá ið eisini verður roknað við minni hæddarmuni á vegastrekkinum, sparir hetta nógv brennievni, CO-2 útlát og slit.    

Ferðsluvandin verður nógv minni í Miðvági og Sandavági, tá ið ferðslan millum hús minkar.

Tað slepst undan vandamikla vegateininum um Hálsin norðan fyri Sandavág. Landsverk sparir kavagrevstur og viðlíkahald á hesum vegastrekki.

Landsverk og Vága Kommuna sleppa undan at byggja ferðsluforðingar í Miðvági og Sandavági.

Landsverk sleppir undan at gera nýggjar vegir omanfyri Sandavág og Miðvág við tilhoyrandi til- og frákoyringum. 

Eingin vegastubbi nýtist at verða gjørdur til nýggja tunnilin, av tí at tunnilsmunnarnir verða beint við verandi landsveg.

Av tí at tunnilsmunnin við Fútaklett vendir suðureftir og munnin við Vatnsoyrar vendir norðureftir, verður náttúrligur gjóstur, sum sparir nógvan pening til luftskifti.

Lítið líðandi hall verður í tunlinum allan vegin móti eystri. Einki dálkandi frárensl verður tá leitt í Leitisvatn.

Fyri Sandavág verður fyrimunur av koyra umvegis Vatnsoyrar, tá ið ikki eru góð koyrilíkindi um Hálsin á vetri.

Fyri Miðvág verður altíð fyrimunur at koyra umvegis Vatnsoyrar.

 

Dánjal Poulsen hevur tí eina einfalda áheitan til landsins myndugleikar:

- Komið í gongd!