Fyri mongum árum síðani var eitt øki vesturi við Vatnið í Vágið, sum Jarðarráðið eigur, lagt av til skúlaøki. Hetta økið heldur býráðsformaðurin í Vági vera væl egnað til nýggja stundentaskúlan, sum landsstýrið ætlar at byggja í Suðuroynni.
? Økið er sera væl egnað. Tað liggur sera væl fyri í friðarligum umhvørvi nær við ítróttarhøllina og nær við vatnið, vísir Jógvan Krosslág, býráðsformaður í Vági, á.
Hóast stríð áður hevur verið um, hvar studentaskúlin í Suðuroynni skal vera og hóast ein løgtingssamtykt sigur, at hann skal vera í Hovi, verður hann helst bygdur í Vági ? og helst verður tað eisini á økinum, sum Vágs Býráð hevur víst á.
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum, segði við Sosialin í gjár, at studentaskúlin nú hevur verið í Vági í so mong ár, at tað verður ein stór avgerð, ið skal takast, um hann skal flytast, tí skúlin hevur vunnið sær hevd í Vági.
? Eg vóni ikki, at tað aftur nú verður lokalt rumbul um, hvar skúlin skal vera, tí so verður ætlanin bara seinkað, segði landsstýrismaðurin.
Sosialurin skilir, at landsstýrismaðurin óformelt hevur boðað frá, at hann er áhugaður í økinum við Vágsvatn.
Stóran týdning
Býráðsformaðurin í Vági er fegin um orðini hjá Tórbjørn Jacobsen. Hann vísir á, at ein nýggjur studentaskúli kemur at hava stóran týdning fyri býin.
? Ein nýggjur studentaskúli við góðum umstøðum fer at draga ungdómin til at verða verani í Vági, og hann fer eisini at draga vaksin, sum eru fegin um at búgva eitt stað, har ungdómurin trívist og lív er í, sigur Jógvan Krosslág, býráðsformaður.
Jógvan Krosslág heldur tað vera eitt skilagott býti, at landsstýrismaðurin hevur valt, at Almanna- og Heilsuskúlin skal byggjast á Tvøroyri, og at nýggjur studentaskúli skal byggjast í Vági.
? Hetta kemur óivað at skapa nøgdsemi í oynni. Vit koma nú at lyfta oynna í felag, og tað er tað, sum skal til, ger Jógvan Krosslág greitt.
Byggja leiguíbúðir
Vágs Kommuna ásannar, at tað eisini setir krøv at fáa ein nýggjan studentaskúla á staðnum. Tí arbeiðir kommunan við eini ætlan um at byggja leiguíbúðir til lesandi.
? Vit hava ikki verið í beinleiðis samráðingum við landsstýrið, men vit kundu hugsað okkum at bygt leiguíbúðir afturat skúlanum ella so tætt við skúlan sum gjørligt, sigur Jógvan Krosslág og vísir á, at tað sjálvsagt verður kommunan, ið skal rinda fyri at byggja íbúðirnar.
? Gera vit slíkar íbúðir, lata vit eisini upp fyri møguleikanum fyri, at ungdómar aðrastaðni frá koma higar at nema sær útbúgving, sigur Jógvan Krosslág.
Landsstýrið hevur sett 0,8 milliónir av á fíggjárlógini í ár til at fyrireika nýggjan studentaskúla í Suðuroynni, og innan eina viku fer landsstýrismaðurin í skúlamálum, Tórbjørn Jacobsen, at seta eina bygginevnd.









