Byggið og verjið virðini

Jónas Johnsson

Kommunan er ikki bara tann ´deiliga´ Havnin, men eisini bygdir og oyggjar; firðir, áir og vøtn; haga ? og fjallalendi og onnur dýrabar náttúra. Vit eiga at røkja hana og øll virðini á skynsaman hátt.
Fleiri grundstykkir mugu útstykkjast íroknað í Kollafirði. Men vit mugu varðveita og økja dyrkilendini. Nakrar líðir eru helst nýtiligar og stykkini gjørdust bílig við panorama útsikt. Knáu vestmannakonurnar fóru í hæddina og vístu vegin. Stremban eftir handikap vinsemi skal vera sjálvsagt, tá vit byggja.
Leiguíbúðir vanta! Bingjur lagast høgt á skipini. Hugsa vit ´smátt og gott´, kundu smá-íbúðir líknandi verði lagaðar sum lego frá mongdar fram-leiðing. 1-stjørnaða smáttan fæst ikki bíligari! Hugsa tær 5-6 blokkar hvør við 20-30 lego-lagaðum íbúðum í rundingi í Marknagili og vindstillum rundtorgi innií!
Hús og vegir er hart økið. Í Kollafirði vanta bæði gongu-, súkklu og koyribreytir. Tørvurin er sjálvandi nógvastaðni. Gakk t.d. eftir Hoyvíksvegnum við A C Evensensgøtu, og tú skilir tað.
Landsstýrið má eisini støðugt minnast á lógir, sum órøktaðar forða okk-um bestu korini. Skattalógin kundi t.d. sundurliðað botnfrádráttin í kommunu-skattinum, soleiðis at tær lægstu inntøkur fingu ein hægri frádrátt. Og so hvørt sum inntøkan gerst størri, verður botnfrádrátturin lægri, og kanska null til tær allar hægstu inntøkurnar. Tó eigur at kompenserast við lægri skattaprosenti til øll. Stýrini áttu at fingi hendan møguleikan við rættvísum lykli. Týdningarmest er tó, at borgarin gleðist um sín borgaraskap, og sær, at fleiri og fleiri fáa tað góða lívið, soleiðis at alsamt færri fáa brúk fyri okkaru allarhægstu raðfesting, sum er at raðfesta tey, sum eru illa fyri. Vel tí trygt tín býráðslim úr Sjálvstýrisflokkinum. Tú og tíni fáa tað betri við sterkum lista D.

?Burtur við bíðilistanum til kommunal grundstykkir.
?Næmingaheim til tey lesandi og lærlingar.
?Betri kor bæði fyri leigarar og útleigarar.
?Betri kor at byggja alternativar íbúðir hjá sjálvsognarstovnum, feløgum og øðrum.
?Uppvenjing og viðlíkahald til heimabundin lamin og lammað.

Gott val øll somul