Byggekram í Havnar Timburhandli

?Nú verður tað. Timburhandilin letur dyrnar upp fyri einum spildurnýggjum og nútímans Byggimarknaði, har tað er bæði ljóst inni og lætt hjá viðskiftafólkunum at finna tær røttu vørurnar?,

Hetta sigur Jógvan Jørgensen, deildarleiðari í Havnar Timburhandli, nú handilin letur upp Byggekram-deild í handlum sínum í Havn, á Sandi og á Kambsdali.

?Byggekram er størsta byggimarknaðarketa í Danmark, og hon er serkøn í at veita fólki ráð um tær ymisku vørurnar, sum fáast í handlunum. Góð ráðgeving er eyðkenni fyri Byggekram, og hetta fer ketan at leggja alsamt størri dent á, m. a. við miðvísari útbúgving av starvsfólkunum. Tí fara viðskiftafólkini at síggja ein byggimarknað, sum livir upp til tíðarinnar krøv til professionella avgreiðslu, har kunnleikin um tær einstøku vørurnar og eitt gott vøruúrval eru í hásæti?, sigur Jógvan Jørgensen, og heldur fram:

?Hetta er eitt hugskot, sum vit kunnu standa inni fyri. Hóast vit eru limir í eini størri handilsketu, so fara okkara Byggekram-deildir at hava eitt lokalt tilknýti. Vit leggja nevniliga stóran dent á at handlarnir og vøruúrvalið altíð lúka tøvin sum viðskiftafólkini hava í Føroyum.?

?Limaskapurin í Byggekram ber í sær, at vit fáa betri møguleikar fyri vørukeypi og sostatt størri kappingarførleika, og tað ætla vit skal koma okkara viðskiftafólkum til góðar?, sigur Jógvan Jørgensen.

Byggekram-deildirnar hjá Timburhandlinum lata upp hósdagin 26. November, og tað fara øll tey, sum støkka inn á gólvið byrjunardagin, eisini at merkja.