Kappingin hjá teimum yngru badmintonleikarunum var í ítróttarhøllini í Vestmanna leygardagin,
Bygdirnar
gera um seg
Tá vit tosað um ítrótt í Vestmanna, so hugsa vit fyrst og fremst um hondbólt og kappróður, men skulu vit taka úrslitini í badminton um vikuskiftið fyri áljóðandi, so er gott í væntu í Vestmanna.
Kappast var í sjey bólkum, og í seks teirra vóru vestmenningar væl við. Ulla í Dávastovu vann bólkin fyri gentur 10-12 ár og Tórunn Andreasen bólkin fyri gentur millum 12 og 14 ár.
Í hesum bólkum vóru vestmenningar eisini á øðrum plássi, og tað vóru teir eisini í bólkinum fyri gentur upp til 10 ár, dreingir upp til 10 ár og dreingir 14-16 ár.
Tað hevur annars nærmast verið siður, at tað eru havnamenn, sum hava sitið á badmintontrúnuni, og hóast tað er so fyri tað mesta í vaksnamannadeildini enn, so eru tekin um, at aðrar bygdir eru á veg upp í badminton ítróttina eisini.
HBF vann eisini sítt
Umframt teir báðar vinnararnar úr Vestmanna fingu fuglfirðingar eisini ein vinnara. John André Niclasen vann bólkin fyri dreingir upp til tíggju ár, og Jákup á Lakjuni gjørdist nummar tvey í bólkinum fyri dreingir millum 12 og 14 ár.
Vónandi fara hesir sigrarnir at geva øðrum áhugaðum í hesum økjum áræði at koyra meira á, hóast treytir.
HBF vann - sjálvsagt, næstan - eisini nakrar kappingar, Brynhild Carslen vann kappingina fyri gentur upp til 10 ár, Niclas Eysturoy vann kappingina fyri dreingir millum 10 og 12 ár, Thomas Rubeksen dreingir 12 til 14 ár, og Meinhard Arge Jensen vann kappingina fyri dreingir millum 14 og 16 ár.