Kollafjørður, Velbastaður, Kirkjubøur, Nólsoy, Hestur, Kaldbak, Norðadalur og Syðradalur eru alt bygdir við langari og virðismiklari søgu. Tær eru í dag partur av Tórshavnar Kommunu, og tað ríkar kommununa.
Men tað er so sanniliga eisini skyldan hjá kommununi at leggja nógv fyri, so at lokali samleikin verður varðveittur og mentur, og at bygdirnar verða bygdar út, so at tryggleiki og trivnaður fyri bæði børn og tilkomin er í hásæti, og ikki minst at bygdirnar verða varðveittar sum tær náttúru- og mentanarperlur, sum tær eru. Til tess krevst at væl verður lurtað eftir borgarunum sum búgva í bygdunum.
Vegakervið skal verða gott og samferðslan trygg. Og møguleiki skal verða at búseta seg í bygdunum.
Tá ið nýtt býráð verður valt, skulu vit leggja eina ætlan, sum tryggjar at bygdirnar verða settar á dagsskrá – tí tær eiga tørn nú.
Eg havi nógvar royndir í politikki, og eg veit, at tað verður ikki uttan svørðslag at vinna dystin um at leggja lív til árini og dygd til børnini. Men eg eri til reiðar at fara inn í dystin. Og til at stríðast fyri starvstreytunum í umsorgnarfakunum - og fyri líka løn til kvinnur og menn.
Helena Dam á Neystabø,
valevni Javnaðarfloksins til Tórshvnar Býráð