Bygdirnar í Tórhavnar Kommunu skulu vera áhugaverdar at búgva í.

Sum landsstýriskvinna í Kommunumálum talaði eg fyri at smáar kommunalar eindir eiga at leggja saman í størri kommunalar eindir. Tað gjørdi eg eisini sum landsstýriskvinna í mentamálum.
Eg skilji kortini væl ivan hjá teimum, sum skulu fara inn í eina størri eind, og óttan fyri at missa egnan samleika og mentan burtur - eins og lokala áræðið.
Tess størri er ábyrgdin hjá størru eindini “Havnini”, at gera bygdirnar í Tórshavnar Kommunu áhugaverdar at búgva í, og ikki minst at skipa fyri góðum samstarvi við fólkið á staðnum – tað lokala demokratiið.
Eg vil leggja stóran dent á at fáa lokaldemokratiið í bygdunum í Tórshavnar kommunu at virka, at lurta eftir, hvat ið sagt verður á staðnum, og at seta relistiskar raðfestingar upp, so at vit megna at gera neyðugar útstykkingar, dagstovnatilboð, skúlatilboð og frítíðartilboð til allar borgarar í kommununi í rættari raðfylgju.
Tað ræður um at gagnnýta ta fíggjarorku, sum kommunan hevur at ráða yvir, so skynsamt og so samhaldsfast sum møguligt.