Bygdirnar klárar til summarið

- Tað hevur verið stuttligt at síggja so nógv fólk vera saman, virkin og hugbundin um at rudda, siga tey í Sunda kommunu, nú ruddingardagurin er av.

Í dag hava tey havt ruddingardag í Sunda kommunu, har ruddað hevur verið í bygdunum í kommununi.

 

Hetta er ein dagur, har ruddað verður víða um, tí kommunan røkkur heilt úr Hósvík, norður til Gjáar og Tjørnuvíkar og vestur til Saksunar.

 

Dagurin byrjaði við morgunmati klokkan 9.30, og tá morgunmaturin var etin, varð ruddað í bygdunum til klokkan 13, tá Sunda kommuna bjóðaði smyrjibreyð og ymiskt leskandi.

 

Nú ruddingardagurin er liðugur, fegnast tey í Sunda kommunu um, at dagurin hevur verið væleydnaður við sera nógvum fólki og góðum lagi.

 

- Tað hevur verið stuttligt at síggja so nógv fólk vera saman, virkin og hugbundin um at rudda - og nú eru bygdirnar klárar at taka ímóti summarinum, verður sagt í Sunda kommunu í dag.