Bygdirnar eiga finaluna

Óvæntaðu úrslitini í fjórðingsfinaluni bera við sær, at høvuðsstaðurin fyri fyrstu ferð, síðani steypafinalan gjørdist partur av Ólavsøkuni, ikki verður umboðaður í steypafinaluni

LØGMANSSTEYPIÐ

Bólturin er rundur, einki er avgjørt, fyrrenn alt er avgjørt og allar hinar frasurnar, sum verða nýttar í fótbólti, hava enn eina ferð staðið sína roynd. Tá ið luturin varð kastaður í steypakappingini fyrr í vár, varð beinanvegin fokuserað á, at nú var møguleiki fyri, at B36 og HB fyri fyrstu ferð, síðani steypafinalan gjørdist partur av Ólavsøkuni, kundu hittast í steypafinaluni.
B36 og HB eru á ovastu plássunum í landskappingini. Men eftir at fjórðingsfinalurnar vórðu avgreiddar Kristi Himmalferðardag, er tað púra greitt, at høvuðsstaðurin fer ikki at verða umboðaður í steypafinaluni. B36 reyk út orsaka av umsitingarligum kleyvarskapi, og hósdagin tapti HB á heimavølli fyri ÍF.
2. deildarliðið hjá B71 vann á TB, botnliðið í 1. deild, GÍ, vann á heimavølli á Skála, sum teir sunnudagin á sama vølli taptu fyri í landskappingini, og B68 í 2. deild vann á Fram í 3. deild.
Øll úrslitini vóru meiri ella minni óvæntað, og ikki minst á Toftum, har sigurin hjá B68 var so tepur, sum hann kundi vera, var úrslitið óvæntað. Úrslitini bera við sær, at Eysturoy fer at eiga annað liðið í finaluni, og at stríðið um hitt plássið fer at verða millum felag í Eysturoy og B71.
Í hálvfinaluni 6. juli og 24. juli verður spælt soleiðis: ÍF-B68 og B71-GÍ. ÍF og B71 eiga heimavøll 6. juli,og B68 og GÍ eiga heimavøll 24. juli.
Fyrsta finalan á Ólavsøku var í 2001, tá ið B36 vann á KÍ. Í 2002 vann NSÍ á HB, í 2003 vann B36 á GÍ, og í fjør vann HB á NSÍ. Fyrsta finalan á Tórsvølli var í 2000. Hon var ikki á Ólavsøku, og tá vann GÍ á HB.
GÍ er einasti hálvfinalu luttakarin, sum eigur lut í steypinum, sum tað hevur verið spælt um síðani í 1999. KÍ vann í 1999, GÍ í 2000, B36 í 2001, NSÍ í 2002, B36 í 2003, og í 2004 vann HB.