Petur Jacob Sigvardsen hevur givið nógvar bøkur út seinnu árini, og júst nú er fimta bókin úr Gjáar komin frá hansara hond.
Henda nýggjasta bókin er fyrsta bind við heitinum “Úr Gjáar søgu og Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð”, og snýr hon seg millum annað um, hvussu bygdirnar spakuliga bløða út og avtoftast.
Petur Jacob Sigvardsen samanber við tíðina fyri 65 árum síðani og dagin í dag, og hansara sannføring er, at ikki bara bygdirnar, men eisini landið, eru á skeivari leið.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Petur Jacob Sigvardsen segði í morgunsendingini á Rás2 um hesi vandamál.