Báðir eru tónleikarar, báðir eru altíð á G!, og báðir eru gøtumenn. Talan er um Hera Schwartz Jacobsen og Benjamin Petersen.
Portalurin hitti teir báðar eftir konsertina hjá Dead Beat Punx.
- Eg eri ótrúliga imponeraður av teimum, tí teir høvdu ótrúligt energi, sum teir megnaðu at koyra yvir fólkið. Haraftrat eru teir flottir at hyggja eftir, sigur Heri, ið er kendur úr GBOB bólkinum Boys in a Band.
- Ja, eg eri samdur. Teir spældu ordiliga stramt og catchy, sigur Benjamin.
Benjamin framførdi á spæliplássinum gjárkvøldið.
- Tað var heilt ótrúligt. Har var púra pakkað við fólki, og tey vóru so við uppá tað, sigur Benjamin smigraður, sum eisini heldur tað vera nakað serligt at spæla í síni heimbygd.
Benjamin og Heri hava verið til nógvar festivalar í øðrum londum, men sambært teimum, stendur G! ikki aftan fyri aðrar festivalar.
- G! er nógv serstakari enn aðrir. Tað er bara ein serligur G! andi yvir honum. Eitt nú stendur øll bygdin saman um festivalin, og ung sum gomul ynskja at hjálpa sum frægast. Tað gevur festivalinum eina heilt ávísa sjarmu og sál, sigur Heri.