Bygdin ella børnini

Annita á Fríðriksmørk hugleiðir í fjølmiðlunum um fólkaskúlareformin. Tað eru serliga tvey hugtøk, ið eru kjarnan í hugleiðingunum, nevniliga sparingar og at varðveita bygdamentanina. Álvaratos, hvar er atlitið til barnið og tey krøv, ið barnið skal liva upp til, aftaná lokna skúlagongd.

Barnið og læringin í miðdepilin
Lat ongan ivast í, at eg eri sannførd um, at fakliga undirvísingin, ið børnini fáa í einum lítlum skúla, er eins góð og á sama støði, sum í einum stórum skúla. Soleiðis er í dag, men ferð tað framvegis at verða so. Lærarin hevur higartil, fingið eina útbúgving, sum hevur gjørt hann førðan fyri at undirvísa í nógvum lærugreinum. Henda skipanin hevur verið við til at tryggja, at vit kundu hava smáar skúlar, har børnini fingu eina nøktandi undirvísing. Trupulleikin er, at soleiðis verður tað ikki í framtíðini. Fyri at kunna liva upp til øktu krøvini, og djúptøknari undirvísing í einstøku lærugreinini, koma lærarnir, í framtíðini, at hava færri fak, ið teir kunnu undirvísa í, enn í dag. Hetta ferð sum frálíður at verða við til at máa støðið undan smáu bygdaskúlunum. Hesa gongd síggja vit í okkara grannalondum, tí ber neyvan til at sleppa undan henni í Føroyum.
Hvat er og hvat skal vera høvuðsuppgávan hjá skúlanum. Skal hann ikki seta barnið í miðdepilin og skal hann ikki geva okkara børnum bestu møguleikar, at klára seg í einum nútímans samfelag, við alsamt vaksandi krøvum til førleikar hins einstaka. Børn eru, eins og vit vaksnu, sosialar verður, ið trívast og læra av at verða í felagsskapi við onnur.
Sparingar
Fokusi við at umskipa fólkaskúlan, eigur ikki at verða sparing í krónum og oyrum her og nú, men røtt nýtsla av hvørjari krónu í skipanina. Hetta vil sjálvandi viðførða sparingar og økta góðsku á longri sikt, meðan bert at kuta av játtanini, uttan at umskipa skúlan, ikki gevur ein betri skúla. Annita nevnir at tað eru 16 skúlar, ið hava 20 næmingar ella færri og at hetta bert er ein sparing á 18 mió. kr. Í mínum hugaheimið eru 18 mió. kr. nógvur peningur, ikki minst um tað vísir seg, at til ber at fáa meira fyri tær 18 mió. kr. við at nýta tær ørðvísi, enn vit gera í dag.
Skúlaøkir ein byrjan
Við at skipa landið í skúlaøkir, ber til at fara undir eina tilgongd, har vit miðvíst arbeiða eftir at umskipa alla skúlaskipanina í økinum. Hetta merkir at vit t.d í Norðoyggjum hyggja at øllum skúlum, lærarakreftur og peningajáttan, undir einum. Vit viðgerða heildina útfrá spurninginum, ber til at umskipa økið og hvussu vit brúka tilfeingi, so hvørt einasta barn fær bestu møguleikar at læra og menna seg at møta teimum avbjóðingunum, ið lívið aftaná fólkaskúlan setur. Hetta merkir ikki, at vit bert hugsa um at minka talið av bygningum, har undirvísing ferð fram, men eisini, at hugt verður eftir um lutfallið millum tímar, ið verða játtaðir til annað enn undirvísing, stendur mát við tímarnar ið verða nýttir til undirvísing, ella um betur hevði verið at endurskoða hetta.
Hetta er ein tilgongd ið tekur ár, fyrsta stigið eigur at verða at skipað skúlaøkini, men hetta einsamalt gevur ikki ein betur skúla.
Bygdamentanin
Skúlareformurin kemur at máa støði undan bygdmentanini, sambært Annitu. Haldi, at hetta við at varðveita eitt fjølbroytt bústaðarmynstur, er ein nógv meira umfatandi spurningur, enn bert ein spurningur um bygdaskúla ella ei.
Hvussu vit varðveita bygdamentanina, eigur ikki at verða ein ábyrgd sum vit leggja á børnini, men nakað sum vit mugu taka støðu til, hvat vit gera við, uttan at tað skal setast upp ímóti bestu umstøðum til undirvísing og menning fyri okkara børn. Tað eru børnini, ið skulu bera samfelagi víðari. Tí eiga vit at seta undirvísing og menning av komandi ættarliðnum í fremstu røð.