Sunnudagin skipar Fornminnafelagið í Funningi fyri einum fjølbroyttum tiltaki. Byrjað verður við guðstænastu í kirkjuni, har Elsa Funding, prestur, prædikar, og Rúni Brattaberg fer at syngja.
Eftir gudstænastuna skipar Fornminnisfelagið í Funningi fyri tiltaki í skúlanum. Høvi verður at fáa fiskasúpan, kaffi og køkur. Harafturat verður eydnuhjól verður eisini við nógvum góðum vinningum.
Fornminnisfelagið í Funningi varð stovnað í vár og hevur sum endamál í fyrstu syftu at umvæla og endurbyggja Ølvustovu, eitt av elstu húsunum í bygdini. Har er einasta roykstovan, sum eftir er.
Ølvustova er bygd á teimum gomlu grundunum Heimi í Túni har, sum tað eftir søgnini,skal vera staðið har fyrstu landnámsmenninir bygdu. Arbeiðið er so smátt farið í gongd, og tað verður alt gjørt í samráð við kommununa, sum eigur húsini, og fornminnismyndugleikarnar, sigur felagið.