Bygdarstevna var á Skála um vikuskiftið. Sum vanligt vóru ítróttartltøk, tivoli, kristiligir fundir og tílíkt á skránni.
Kappróður var seinnapartin sunnudagin, har onkrir nýggir bátar vórðu royndir fyrstu ferð. Og tað gekk væl hjá summum teirra. Til dømis vann Frúgvin úr Miðvági genturóðurin, meðan nýggi Havnarbáturin vann 10-mannafarsróðurin.
Hesin róðurin var kanska eitt sindur spennandi av tí, at eisini Eysturoyingur var við. Hann hevur vunnið alt, sum hevur verið róð, seinastu tvey árini. Men á Skála gjørdist hann aftastur fyri fyrstu ferð nakrantíð. Bara tríggir bátar vóru við í 10-mannafarsróðrinum. Umframt Havnarbátin, sum vann, og Eysturoying, sum varð nummar trý, var eisini Vestmenningur við.
Nýggi Havnarbáturin er, sum skilst, als ikki mannaður. Men manningin á Ørvi avgjørdi at royna bátin hendan dagin á Skála, og tað gjørdu teir væl, má sigast.
Annars varð skipað fyri dansi í tvimum støðum í Ítróttarhøllini leygarkvøldið. Bæði í sjálvari høllini og í Bygdarsalinum. Fyri ymsar aldursbólkar. Og tað gekk væl, frættist av Skála.
Súkklukapping var bæði fyri børn og vaksin. Og eftir kappróðurin sunnudagin seinnapart, var møti í Nerija og sjavskapping í pensionistahølunum.
Umframt tað vanliga stevnutivoliið á havnarlagnum.