Bygdarskúlin skal styrkjast

Bygdarskúlin hevur stóran týdning í menning av smáoyggjasamfelagnum, og tí má hjúklast um hann. Úrvalið av útgerð og undirvísing skal styrkjast, heldur Útoyggjanevndin

 

Bygdarskúlin hevur stóran týdning fyri smáu oyggjarnar, og tí er umráðani, at umstøðurnar hjá bygdarskúlanum verða betraðar.

Hetta sigur Útoyggjanevndin í nýggja áliti sínum.

? Bygdarskúlin hevur ein stóran leiklut í menningini av smáoyggjasamfelagnum. Tað skal hjúklast um bygdarskúlan, og úrvalið av útgerð og undirvísing má styrkjast ? millum annað við at skipa fyri samstarvi millum bygdarskúlan og skúlar á meginøkinum, sigur Útoyggjanevndin.

Nevndin vísir á, at umstøðurnar hjá bygdarskúlanum eru ikki nóg tryggar.

Fólkaskúlalógin tryggjar smáu plássunum fólkaskúla, men bert upp til 7. flokk. Síðani er tað landsstýrismaðurin í skúlamálum, sum í hvørjum einstøkum føri skal taka støðu til, um ein oyggj skal hava framhaldsflokkar.

? Fyri smáu oyggjarnar er tað ein veikleiki, at rætturin til framhaldsdeild ikki er betri tryggjaður í lógini, sigur Útoyggjanevndin í álitinum.


Foreldrini flyta við

Næmingar í framhaldsdeildunum kunnu flytast í aðrar skúlar, um serligar umstøður gera seg galdandi. Og hesar serligu umstøður eru frítt til tulkingar hjá landsstýrismanninum.

? Í prinsippinum er tað støðan hjá tí sitandi landsstýrismanninum í mentamálum, ið avger lagnuna hjá børnunum á smáu oyggjunum eftir 7. skúlaár, sigur Útoyggjanevndin og vísir á eitt dømi frá Kalsoynni.

Her eru tað sokallað serligu umstøðurnar tær, at Barsskor siglir millum Kalsoynna og Klaksvík bæði á morgni og kvøldi. Tí verða næmingarnir í framhaldsdeildini vístir til skúlarnar í Klaksvík.

? Ein av stóru trupulleikunum, ið standast av, at børnini noyðast av í oynni í skúla á so ungdum árum er, at foreldrini flyta við. Í nógvum førum kenna foreldrini seg noydd at flyta til stórplássið, har børnini skulu ganga í framhaldsdeild, sigur Útoyggjanevndin.

? Fleiri kenna seg eisini ótrygg við at lata børnini einsamøll í meginøkið at búgva. Børnini eru júst í byrjanini av kynsbúningaraldrinum og hava tí serliga tørv á góðum stuðli.

Útoyggjanevndin mælir tí til, at bygdarskúlin fær tryggari karmar, og at umstøðurnar hjá skúlanum á bygd verða betraðar.