Bygdarnevndir gera mismun á fólki

Tórshavnar býráð eigur nú at avtaka staðbundu nevndirnar í bygdunum, sum hava lagt saman við Tórshavnar kommunu, sigur Anfinn Brekkstein, sum sjálvur hevur verið borgarstjóri í einari av hesum bygdum Endamálið við staðbundnu nevndunum var, at tær skuldu ráðgeva og vegleiða býráðið í ymsum málum.

- Men nú hevur hetta fyribrigdi útspælt sín leiklut, og ásannast má, at tíðin er farin frá hesum nevndum, sigur Anfinn Brekkstein.

Sjálvur býr hann í einum av hesum bygdum, sum hava lagt saman við Havnini. Velbastað, har hann eisini hevur verið borgarstjóri.

- Skulu allir borgarar fáa eins viðferð, skulu fólk í ymsu býarpørtunum í Havnini eisini hava staðbundnar nevndir, so at tey hava sama møguleika at kunna, ráðgeva og vegleiða, hvørja ferð okkurt hendir í teirra nærumhvørvi, sigur hann í viðmerking, hann hevur sent bløðunum.

- Men so fáa vit eina endaleysa røð av staðbundnum nevndum, og tað er helst ikki ætlanin.

Hann spyr eisini um hesar nevndir eru óheftar og siga fólksins meining, ella um tær eru heftar og merktar av eintáttaðum og snævurskygdum meiningum, sum tær ikki tæna fjøldini, men bert ávísum borgarum.

Hann reisir eisini spurningin um hesar nevndir ikki bara eru eitt tarnandi millumlið, ið gera sítt til, at nógv mál verða nógv seinni avgreidd, enn tey annars høvdu verið.

Tá ið eitt mál er til viðgerðar í eini bygd við staðbundnari nevnd, skal nevndin siga sína hugsan og tað tekur tíð.

Eitt líknandi mál í Tórshavnar Kommunu kann viðgerðast nógv skjótari.

Vit kunnu sostatt staðfesta, at her verða borgararnir ikki viðgjørdir eins og fáa ikki somu rættindi, men í staðin er viðgerðin tengd at, um tú býrt í einari av bygdunum ella í sjálvari Havnini.

- Tí er púra greitt, at staðbundnu nevndirnar als onga nyttu gera og eiga at verða tiknar av, tí býráðslimirnar eru valdir til at umboða alt fólkið í Tórshavnar kommunu, sama hvar í kommununi tú býrt.