Í gjár samtykti Runavíkar býráð at arbeiða víðari við ætlanini hjá skipasmiðjuni MEST at inniloka dokkina. Fyrireikingararbeiðið fevnir eitt nú um at gera broiytingar í byggisamtyktini og býarplaninum. Eitt nú skal frávik gevast, so tað verður loyvi at byggja hægri bygning á økinum við dokkina, enn verandi byggisamtykt loyvir.
Sum tað sæst á modelmyndini, so verður innilokaða dokkin, ið er innanfyri verandi skipasmiðjuhøll, nakað hægri enn høllin, og harvið fer bygdarmyndin á Skála at broytast sammett við, sum hon nú sær út.
At dokkin verður innilokað fer at bera fleiri møguleikar hjá sikpasmiðjuni MEST við sær, tí tá verður arbeiðið ikki so treytað av vindi og veðri.