Bygdarmynd horvin

Seinasta leivdin av sildatíðini í Kollafirði hvarv hósmorgunin, tá gamla sildahúsið inni á Langasandi varð tikið niður

Kollafjørður:Gamla, hvíta sildahúsið, sum hevur staðið eftir sum tað seinasta minnið um sildatíðina á Langasandi í Kollafirði, mátti hósmorgunin víkja fyri nýggju tíðini.

Við tí ber til at siga, sum skrivað stendur: "Tað gamla er farið, sí alt er vorðið nýtt."

Hans Jacob Hansen, bygdarráðsformaður í Kollafirði, sigur, at Kollafjarðar Kommuna hevur keypt húsini frá Eileri Jacobsen í Havn við tí endamálið at taka tey niður. Har var vorðið ov trongligt á økinum, og tí varð avgjørt at rudda økið, sum so kann brúkast til bingjupláss og tílíkt.

Nógv virksemið er annars á havnarøkinum á Langasandi í Kollafirði. Uttan fyri virkið hjá Vestsalmon er stórarbeiði í gongd í løtuni. Gjørt verður stórt bryggjupláss at seta frystihotellið á. Tað arbeiðið gongur eftir ætlan, sigur Hans Jacob Hansen.

Bygdarráðsformaðurin í Kollafirði sigur annars, at klárt er at spreingja fyri skúlanum og ítróttarhøllini, sum verða bygd upp í verandi skúlan í Kollafirði. Tað grótið, sum haðani kemur, skal so brúkast til ífyllu á havnarlagnum.

Annars skal allur bygdarvegurin í Kollafirði asfalterast í summar, sigur Hans Jacob Hansen. Hann sigur, at teir hava fingið játtan frá Landsverkfrøðinginum um at gera arbeiðið. Men í løtuni er feriutíð, so enn er tað ikki reiðiliga komið í gongd.

Vatnverkið virkar sum tað skal. Hóast turkin hevur ikki verið nakar trupulleiki við vatni í Kollafirði, sigur bygdarráðsformaðurin. Nýggju vatnbrunnarnir eru tiknir í nýtslu, og tann gamli er til at taka. Tað var tó neyðugt einaferð í summar at pumpa vatn úr gamla brunninum niðan í teir nýggju. Hetta var gjørt fyri at fáa vatnið gjøgnum reinsiverkið, sum gjørt er í samband við nýggju vatnveitingina, sigur Hans Jacob Hansen, bygdarráðsformaður í Kollafirði.e;ru sær ein bita burturav rivinum og ótu tað rátt.

Tað hildu teir smakkaði andskræmiligt og teir søgdu, at tað var tað einasta av føroyskum mati, sum teimum ikki dámdi av tí, teir høvdu roynt,

Men tá ið teir so fingu at vita, at tað skuldi kókast áðrenn tað kundi eta, skiltu teir tað eitt sindur betri.

Annars hildu teir seg vita, at grønlendingar ótu rátt tvøst av nýveiddum kópi og teir hildu, at føroyingar gjørdu tað sama.

Men tað royndina máttu teir so gera sær uppá tann harða mátan.

Donald og Graham settu kósina heim aftur ímóti Skotlandi seinasta sunnudag, eitt stórt upplivilsi ríkar, hildu teir.