Bygdarhúsið í Fuglafirði hevur eitt longri tíðarskeið staðið í hálvum gekki. Upprunaliga var talan um ein stórætlaðan dreym um eitt spildurnýtt bygdarhús, ið skuldi standa liðugt skuldarleyst. Dreymurin gekk næstan út; húsið varð innilokað, men nú væntaði peningur í til liðugtgerð og innbúgv. Skuldi húsið nakrantíð takast í nýtslu, var neyðugt við nøkrum hundrað túsund krónum.
Týdningarmikil ætlan
Tey, ið ráða fyri borgum í Fuglafjarðar Kommunu, halda hesa ætlan vera somikið týdningarmikla fyri felagslívið í bygdini, at tey, umframt at lata grundstykkið til ætlanina á sinni, nú hava gloppað kommunukassan. Í fjør lat Fuglafjarðar Kommuna 125.000 krónur í stuðli til ætlanina, og í ár eru 250.000 krónur latnar.
Økið fríðkast
Væntandi lata dyrnar á bygdarhúsinum upp um ársskiftið. Borgarstjórin í Fuglafirði, Hallbjørg Hansen sigur, at fer fjórðingsmilliónin, játtað er seinast, ikki at røkkað, er hon hugað at veita bygdarhúsinum tann stuðul, ið væntar í. Hon vónar tó, at peningastovnarnir á staðnum fara at vísa ætlanini vælvild, so alt ikki fer at liggja á kommunalu herðunum.
Kommunan ætlar sær at bera so í bandi, at økið kring húsið verður fríðka komandi ár.