Tað var ein stórur dagur fyri bygdarfólkið í februar mánaði, tá fyrsti spakin varð settur í jørðina fyri tí nýggja bygdarhúsinum. Tekningarnar til húsið er langt síðani lidnar, og bíðað verður í løtuni eftir at útgrevsturin skal byrja um ikki so langa tíð. Hinvegin, so bíða tey í Árnafirði í roynd og veru eftir at myndugleikarnir skulu taka støðu í einum heilt øðrum máli: Tunnilsætlanini fyri Norðoyggjar.
Tekningarnar av bygdarhúsinum eru nevniliga gjørdar soleiðis, at innkoyringin og forsíðan av húsinum eru eftir núverandi tunnilsvegi.
Men um so verður, at ein nýggjur tunnil verður gjørdur til Árnafjarðar, ber til at snara innkoyringina og forsíðuna til bygdarhúsið við 180 stigum.
- Vit vóna, at ein nýggjur tunnil kenur hendavegin, soleiðis at bygdin kann verða ment nógv meiri, verður sagt úr bygdini, har tey bíða spent eftir útspælinum um tunlarnar.