Bygdaráðslimur í Fámjin: viljin manglar

Verður byrjað í morgin at fyrireika Dalstunnilin, er IKKI klárt at bora til Dals, fyrr enn liðugt er at bora til Fámjins.

Arni Nielsen, kommunustýrislimur í Fámjin, hevur á sínum facebookvanga í kvøld lagt opið bræv til Føroya Landsstýrið og Føroya Løgting.

 

 

Orøskin er avgerðin um, at farið ikki verður farið undir tunnil til Fámjins, sum áður ætlanir hava verið frammi um, men heldur skal tunnil til Dals gerast fyrst.

 

 

Og hetta hevur fingið Arna Nielsen at sessast við knappaborðið.

 

 

Arni Nielsen skrivar:

 

 

Tilmælið í samferðsluætlanini hjá Landsverk, er frá 2012, tað eru 2-3 ár áðrenn nøkur veðurstøð bleiv sett upp á Fámjinsvegnum.

 

 

Líka mikið, um Landsverk ger vegin um fjøllini 10 metrar breiðan, so noyðast vit at koyra um Ørðaskarð, ið ER stormharðasta vegastrekki í landinum.

 

 

Og líka mikið hvørji argument vit brúka, so er tað fakta, at fólk ræðast at koyra eftir Fámjinsvegnum, og fólk flyta úr bygdini, og vegasambandið er ein beinleiðis orsøk til flytingina.

 

 

Tunnil til Fámjins er einasta loysn, og tað hastar!

 

 

Víðari skrivar Arni Nielsen:

 

 

Fámjin er, enn, ein sera livandi bygd, við nógvum sosialum lívi, men fólkatalið nærkast nú pínumarkinum. Ein tunnil NÚ, er helst einasta boð uppá hvussu Fámjin, eisini í framtíðini, verður ein livandi bygd.

 

 

Klárt er at byrja uppá Fámjinstunnilin í komandi viku, og verður játtan givin til at arbeiða tveyskiftisvakt, er skotið ígjøgnum í mai/juni 2019.

 

 

Um byrjað verður í morgin at fyrireika Dalstunnilin, er kortini IKKI klárt at bora til Dals, fyrr enn aftaná at liðugt er at bora til Fámjins.

 

 

Tit skulu ikki vera bangin fyri at játta nakað eyka av pengum her suður, tí eg skal vissa tykkum um, at í Suðuroynni er eingin upphitaður búskapur

 

 

Sum borgari í Fámjin, kann eg ikki annað enn, síggja tað sum beinleiðis illvilja, ikki at gera Fámjinstunnilin, nú alt er klárt.

 

 

Tað er ríkiligt til av pengum og eingin onnur tunnilsætlan verður seinkað orsakað av hesum.

 

 

Tað einasta, ið manglar, er viljin at hjálpa einari bygd í útjaðaranum, sigur Arni Nielsen at enda í opna brævninum til landsins myndugleikar, har hann undirskrivar: Við hávirðing Arni Nielsen.