Kalsoy: Gerandisdagurin í Mikladali og á Trøllanesi er nú so nógv merktur av trætuni um skúlan á Trøllanesi, at sjálvt bygdaráðsformaðurin í kommununi umhugsar at rýma.
? Eg eri føddur og uppvaksin í Mikladali, men eg ongantíð áður uppliva slíkt klandur, sum tað nú er vorðið til. Vit eru eitt sindur í villareiði, og eg ivist í, um rætta loysnin kanska bara er at flyta av bygdini, sigur Markus í Norðnástovu.
? Kommunan er oyðiløgd, og tað eru foreldrini á Trøllanesi, sum saman við Mentamálastýrinum hava syrgt fyri tí. Mentamálastýrið hevur við sínum skeivu framferð skapt nógv rumbul í hesum máli, heldur hann.
Hava roynt at loysa málið
Trætan um skúlan á Trøllanesi hevur langa og fløkta forsøgu, og tey átta skúlabørnini á Trøllanesi hava ikki verið í skúla síðani fyri summarferiuna í fjør.
Foreldrini á Trøllanesi krevja, at skúlin í bygdini verður tikin í nýtslu aftur, soleiðis sum gamla bygdaráðið gjørdi av fyri einum góðum ári síðani. Hendan avgerð varð broytt, tá nýggja bygdaráðið kom til í januar í fjør.
? Vit royndu at finna onkra loysn, soleiðis at skúlin á Trøllanesi kundi brúkast sum ein verkstaður ella okkurt líknandi. Hugsanin var so, at børnini kundu verða har ein dag um vikuna, sigur Markus í Nornástovu.
? Men foreldrini hava nú bara eitt ultimativt krav um, at skúlin á Trøllanesi skal brúkast helvtina av tíðini, tey vilja ikki hoyra talan um annað.
Best við einum skúla
Bygdaráðsformaðurin í Mikladals kommunu staðfestir enn einaferð, at avgerðin um skúlan á Trøllanesi verður ikki broytt.
? Vit halda, at tað er best við einum skúla í kommununi, tí tað fáa børnini meira burturúr. Vit vóru tó opin fyri, at skúlin á Trøllanesi kundi brúkast til okkurt, til dømis í krevtivum arbeiði, men tey á Trøllanesi vilja bara góðtaka, at skúlatíðin verður býtt javnt millum skúlarnar á Trøllanesi og Mikladali, og tað kemur ikki upp á tal, sigur Markus í Norðnástovu.
? Gamla bygdaráðið sat fýra ár við meiriluta á Trøllanesi, men tey gjørdu einki fyri at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur. Tey kláraðu sjálvi at fella eitt uppskot um tað. Beint áðrenn tey løgdu frá sær, samtyktu tey, at nú skuldi skúlin lata uppaftur, og so skuldi nýggja bygdaráðið taka sær av tí.
Nýggja bygdaráðið tók skjóta avgerð um at strika avgerðina hjá gamla bygdaráðnum, tí tey hildu ikki, at tað var ráðiligt við tveimum skúlum í kommununi.
Hetta hevði við sær, at foreldrini á Trøllanesi tóku børnini hjá sær úr skúlanum, og síðani hava tey fingið undirvísing heima.









