Í hesum døgum eru eini hús miðskeiðisí Vági horvin.
Tey eru tikin niður, og er bygdamyndin munandi broytt, tí húsini stóðu miðskeiðis í bygdini og tætt við kirkju og skúla.
Húsini vóru einaferð eini prýðilig hús og væl røkt, men alt hevur sína tíð,og í mong ár hava húsini ikki prýtt um í umhvørvinum.
Nú er meira opið í landslagnum. Tað er kirkjuráðið, ið keypti húsini, ið hevur latið tey taka niður.











