Bygdalið aftur partur av finaluni

Lutakastið lagaði tað soleiðis, at B36 og HB heldur ikki hesa ferð hava møguleika á Ólavsøku at takst í steypafinaluni, har havnarfeløgini ikki hava spælt ímóti hvørjum øðrum síðani í 1991

LØGMANSSTEYPIÐ

Tað er ein dreymur hjá fótbóltshugaðum havnarfólkum, sum sjáldan er veruleiki. Ivaleyst fer hann eina ferð aftur at gerast veruleiki. Sunnudagin varð tað greitt, at tað verður ikki í ár, men tað ber til at halda fram við at droyma og vóna, at tað kanska fer at verða næsta ár!
Tað er steypafinaluna og lutakastið fyri restina av hesum steypaárinum, sum hetta snýr seg um. Í 1991 vann B36 steypafinaluna ímóti grannunum. Úrslitið var 1?0. Málskjútti ta ferðina var Bergur Magnussen. Síðani hava HB og B36 ikki staðið yvir av hvørjum øðrum í steypafinaluni.
Tað eru fýra ár síðani, at fyrsta finalan varð spæld á Tórsvølli, og tað eru trý ár síðani, at fyrsta finalan var á Ólavsøku. Síðani hesar broytingarnar hava viðhaldsfólk hjá havnarfeløgunum tosað um møguleikan fyri rættari havnaruppgerð á Tórsvølli á Ólavsøku, men tað tykist ganga striltið at fáa eina sovorna í lag.

Langt er ímillum
Grannauppgerðirnar í høvuðsstaðnum eru ótættar í steypafinaluni. HB hevur vunnið steypakappingina 25 ferðir, og B36 hevur vunnið hana fýra ferðir. B36 hevur tvær ferðir vunnið ímóti HB. Fyrri sigurin var 26 ár frammanundan sigrinum í 1991. 19. september í 1965 spældu B36 og HB fyrstu finaluna um fyrstu Ísafjarðarsúluna. B36 vann 3?2, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2?0. Baldvin Baldvinsson legði B36 framum við brotssparki, og Hugin Samuelsen økti til hálvleiksstøðuna. Eftir steðgin skoraði Kári Helmsdal tvey mál fyri HB, áðrenn Baldvin Baldvinsson skoraði sigursmálið fyri B36.
Síðsta ferðin, at HB vann steypafinalu ímóti B36, var í 1972. 24. september var sjeynda finalan um fyrstu Ísafjarðarsúluna spæld í Gundadali. HB vann 6?1. Aftur hesa ferð var Baldvin Baldvinsson málskjútti fyri B36. John Eysturoy skoraði tvey mál fyri HB, og hini skoraðu Eyðfinn Lamhauge, Manne Persson, Eirikur Rasmussen og Finnur Helmsdal.
Í 1964 spældu B36 og HB eina tað mest tiltiknu steypafinaluna av øllum. Í síðstu finaluni um Ísafjarðarbikarið, sum tað varð spælt um 1955?1964, varð spælt á Tvøroyri, har HB leygardagin 5. september vann á TB, og sunnudagin 6. september spældi HB finalu ímóti B36. Tað endaði javnt. So varð spælt umaftur og umaftur, uttan at úrslitið gjørdist øðrvísi. 12. september var nýggjur dystur í Gundadali. Tá endaði tað aftur við javnleiki. Síðani varð spælt, inntil annað liðið fekk mál, og tað varð HB, sum vann bikarið fyri sættu ferð. Harvið vann HB bikarið til ognar.

Eysturoy ella Klaksvík
Sunnukvøldið varð í ítróttartíðindunum hjá útvarpinum lutur drigin um, hvussu liðini skulu hittast í fjórðingsfinaluni og hálvfinalunum. Tá varð greitt, at B36 og HB hava møguleika fyri í hálvfinaluni at spæla um annað finaluplássið, og at hin finalisturin fer at verða funnin í kapping millum trý feløg í Eysturoy og KÍ.
Undan lutakastinum var greitt, at tey fýra feløgini, sum skulu eiga heimavøll í fjórðsingsfinaluni, eru B36, ÍF, GÍ og HB. Mótstøðuliðið hjá steypavinnarunum úr B36 verður VB. Mótstøðuliðið hjá ÍF verður KÍ. Mótstøðuliðið hjá GÍ verður NSÍ, og EB/Streymur skal í Gundadal at spæla ímóti HB.
Umframt í sjálvari finaluni er tað bara í fjórðingsfinaluni, at vinnarin verður funnin í einum og sama dysti. Fjórðingsfinalurnar eru ásettar at vera leygardagin 8. mai ella leygardagin eftir at annað umfarið í landskappingini er spælt 2. mai.
Tvær fjórðingsfinalur skulu spælast í Gundadali. Tað er greitt, at B36 og HB ikki fara at spæla fjórðingsfinalu í senn, men tað er ikki greitt, um havnarfeløgini fara at spæla sama dag, ella um onnur verður leygardag og hin sunnudag. Ein annar møguleiki er, at onnur verður fríggjadagin 7. mai, sum er Dýri biðjudagur.
Lutakastið til hálvfinaluna staðfesti, at B36 og HB ikki fara at stríðast í finaluni á Ólavsøku. Vinnarin av dystinum millum B36 og VB skal spæla ímóti vinnaranum millum HB og EB/Streym, og vinnarin av grannauppgerðini millum GÍ og NSÍ skal spæla um annað finaluplássið ímóti vinnaranum av stríðnum millum ÍF og KÍ. Harvið er tað greitt, at Eysturoyggin ella KÍ fer at eiga annað finaluplássið, og at kappingin um hitt finaluplássið fer at standa millum Havnina, Vág og Sundalagið.
Fyrra hálvfinalan verður sunnudagin 23. mai, og tann seinna verður leygardagin 3. juli.