Bygdaleiðir og Farmaleiðir

Palli Dalsgaard


Hesar báðar flutningsleiðir eru størsta bygdamenning, ið nakrantíð eru framdar í seinni tíð. Og báðar hava giv­ið úrslit, og ikki eiti á úr­sliti til tað betra har tær hava verið.
Hvør, ið kom við hvørjari, minnist eg ikki, tað kann vera líka mikið. Men Thom­as Arabo var stjóri á Strand­ferðsluni um tað mundið, og hansara partur lá ikki eftir, tá um Farmaleiðir var at tala. Og broytingin var ikki eiti á stór til tað betra. Atli Jensen gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa Bygdaleiðir upp at standa. Báðar leiðirnar komu í tøkum tíma, at tær ikki bóru seg, var hvørjum manni púra greitt, fyri tí máttu tær blíva veruleiki, sum tær eis­ini blivu. Havi fyrr í bløð­un­um roynt at forsvara Bygda­leiðir, tá ágangurin hevur verið ov nógvur um hesa far­leið. Sjálvur var eg við til at dríva eina slíka rutu í mín­um bestu árum, so eg havi eina føling av hvussu ómøguligt tað er at fáa tað at hanga saman fíggjarliga.
Tað er tyngri ídag, nú út­reiðsl­unar eru fleirfald­að­ar, og inntøkurnar í mink­ing. Men eisini veit eg hvussu nógv hesar rutur eru verd­ar fyri tey, ið enn royna at bú­leikast á teim smáu pláss­unum. Tí er tað harmiligt at síggja og hoyra í pressuni, at Farmaleiðir skulu takast av við lóg, tí tær ikki bera seg.
Hettar hevði verið tað sein­asta, ið nakar av okkum sum búleikast her, høvdu vænta. Tí tosið um útjaðaran hevur verið tað mótsatta, men eing­in hevur vita hvussu plássini skulu lúggast.
Míni ráð skulu vera til teir, ella tey, sum koma við slík­um tilmæli, at kappa høvdið av øllum tí, sum heldur lív í okkara samfelag. Farið sjálvi út á bygdirnar og set­ið tykkum væl inn í hetta ar­beiði, áðrenn tit koma við tilmæli um at avtaka hesar leiðir. Tí sum sagt, at fáa tær at bera seg fíggjarliga letur seg als ikki gera.