Bygdaleiðir 25 ár:

Fyrsta rutan var millum Havnina og Vestmanna

21. mai 1980 bleiv bussrutan hjá Bygdaleiðum fyri ferð alment tikin í brúk. Hendan dagin varð ein royndartúrur gjørdur eftir Oyggjarvegnum við almennum umboðum. Tað var Samferðslunevndin, ið hevði arbeitt við hesi verkætlan og fingið koyringina í lag. Ein ætlan varð gjørd um at bygdaleiðir skuldu hava skipaða rutukoyring um alt landið. Fyrsta rutan hjá Bygdaleiðum var millum Havnina, Kvívík og Vestmanna

Bygdaleiðir avloystu rutukoyringina eftir Oyggjarvegnum við persónbilum og bussum.

Fyrstu árini samstarvaði bilstøðin Bil við Samferðslunevndina um Bygdaleiðir-bussarnar.

Hesi 25 árini hava Bygdaleiðir ment seg nógv. Í dag eru Bygdaleiðir ein partur av Strandfaraskipum Landsins.

Bygdaleiðir vórðu lagdar saman við Strandfaraskipum Landsins fyrst í 90-unum, har er tað Samferðsludeildin, ið stendur fyri virkseminum hjá Bygdaleiðum.

Umleið 30 bussar røkja rutunetið hjá Bygdaleiðum, harav fleiri eru eykabussar. Sjálvur bussraksturin er í dag á privatum hondum.

Kelda: Myndaárbókin ? árið ið fór 1980 og SSL