Umleið 240 fólk úr bygdunum Hvannasund og Norðdepil fóru fríggjadagin til Nesvíkar á legu. Tað búgva umleið 400 fólk í báðum bygdunum, so tað merktist væl, at yvir helmingurin var farin av bygdunum um vikuskiftið. Sagt varð í skemti, at onkur mátti vera eftir og sløkkja í Hvannasundi, tí har var meginparturin av bygdini farin avstað. Og hóast streymurin hevur verið góður hetta vikuskiftið, so valdu flestu av útróðrarmonnunum í Hvannasundi at lata bátarnar liggja og heldur fara á legu í Nesvík.
Tá tey komu til Nesvíkar fríggjakvøldið var samansjóðing og onkur kapping á skránni. Síðani vórðu myndir frá tí fyrstu leguni vístar.
Leygardagin vóru tey í gongdi allan dagin. Har var mangt og hvat á skránni. Kappingar og uppgávur av ymsum slag. Eisini var ein áhugatími, har evnið var sorg. Tað var Jógvan Fríðriksson, sum hevði hann. Fyriskipararnir royna at hava evni, sum røra øll, og sum Bíblian kann knýtast til. Eisini var ein fótbóltkapping fyri menn, kvinnur og børn leygardagin. Um kvøldið ótu tey ræst kjøt, sum menn úr bygdunum báðum høvdu latið. Og tá var eisini undirhald, til dømis ein mótasýning av klæðum frá sjeyti-árunum og innsløg frá degnum.
Sunnudagin var lestur um morgunin og aftaná døgurða høvdu tey eisini sunnudagsskúla, áðrenn leiðin gekk norðureftir aftur.
Fyriskiparar av leguni, sum hevur verið hildin seinastu fýra árini, eru Pól Johannesen, trúboðari í KFUM í Klaksvík, Sigbjørg Olsen og Alith í Frammistovu við familjum. Pól sigur, at tað hevur verið vanligt at skipa fyri tílíkum legum fyri til dømis KFUM og K, men so hugsaði hann við sær sjálvum, at tað kundi verðið eins stuttligt at skipa fyri eini legu fyri bygdini. Og tað royndi hann so fyrstu ferð í 1999, og væl hevur eydnast. Fyrsta árið vóru tey 170 og undirtøkan er bara voksin fyri hvørja ferð. Hesuferð vóru tey so 240 í tali.
? Endamálið við eini tílíkari legu er at grannar og bygdafólk skulu koma nærri hvørjum øðrum og eisini nærri Gudi, sigur Pól Johannesen, sum heldur at legan var væleydnað, og leguhúsið í Nesvík, sum er nógv umbiðið er longu bílagt til leguna í 2004.