Bygdafólk vilja sleppa til Havnar at búgva

- Vit merkja meiri og meiri til, at fólk kring landið, vilja sleppa til Havnar at búgva.

Tað sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn, sum keypur og selir hús og aðrar fastar ognir fyri fólk

 

Hann segði við in.fo í gjár, at kring landið er bústaðarmarknaðurin deydligur, tí tað verða ikki nógv hús keypt og seld kring landið.

 

Tað er ikki tí, at einki útboð er, tí tað eru heilt nógv hús til sølu kring landið, men tað eru keyparar, sum mangla. 

 

Og tá hugsar hann um allar Føroyar, uttanfyri Havnina.

 

Hinvegin eru eini 70 prosent av øllum húsahandlum í Havnini.

 

Jón Simonsen heldur, at alt prátið hjá Bústøðum um bíligar íbúðir, kann hava sett ferð á útboðið.

 

- Tað kann hava fingið fólk, sum eiga hús, og sum eru komin upp í árini, at framskunda eina sølu fyri at fáa betri prís fyri húsini, heldur hann.

 

- Hinvegin hava tey í Skyn eisini ein varhuga av, at rákið er, at tilkomin fólk á bygd, hava lyndi at leita sær inn til Havnina.

 

- Ein støða, sum vit ofta koma í, eru tilkomin foreldur á bygd, sum eiga børn, ið eru flutt til Havnar at búgva, eisini vilja sleppa til Havnar at vera, fyri at vera nærri børnum og barnabørnum.

 

- Men umstøðurnar eru ikki góðar, tí prísurin fyri hús á bygd er lítil og prísurin fyri bústað í Havn er dýrur, so tey noyðast at seta seg í skuld, sum ofta er stór.

 

Spurningurin er so, hvat  ætlanin hjá Bústøðum at byggja íbúðir í hópatali í Havn, sum skulu vera so bíligar at leiga, sum gjørligt, fer at føra við sær í tí sambandi.

 

Sjálvur væntar Jón Simonsen, at hetta fer at fáa nógv fleiri fólk at flyta til Havnar, fyri at hava betri samband við børn og barnabørn.

 

- Nú fáa tey kanska møguleikan at útvega sær ein bústað í Havn, sum er minni og betri hóskandi til tey, og samstundis væl bíligari, enn tað ber til í dag.

 

Hinvegin síggja tey í Skyn ikki nógv til, at fólk í Havn selja húsini og keypa eini bíligari hús ymsastaðni á bygd og fáa hampiligan vinning burturúr tí.