Hendan framsýningin vísir eina røð av 14 akrylmálningum, sum hvør er úr eini bygd, ið Philippe hevur vitjað í summar. Nakrar eldri myndir úr Mykines og Bø verða eisini sýndar. Bygdirnar eru: Hestur, Skúvoy og Mykines, í Norðoyggjum: Hattarvík, Kirkja, Árnafjørður, Kunoy og Mikladalur, í Vágoynni: Bøur, í Eysturoynni: Elduvík, í Streymoynni: Tjørnuvík, í Suðuroynni: Fámjin og í Sandoynni: Dalur og Húsavík.
Myndirnar eru bygdar á ein hátt, har spælt verður við perspektivið, soleiðis at myndaevnni bæði verða sædd úr luftini og av jørðini í senn. Hetta er ein roynd at vísa alla bygdina í somu mynd. Ætlanin her er at vísa tey spor, ið menniskjuni hava sett á náttúruna, so sum bygningar, vegir og garðar. Tað er sum náttúran er viskað burtur, men kortini liggur undir øllum.
Philippe hevur síðan hann fyrstu ferð sýndi fram á ólavsøkuframsýningini í 1982, havt framsýningar í Smiðjuni í Lítlu Vík, í Norðurlandahúsinum, verið við á nógvum ólavsøku- og várframsýningum, og umframt tað hevur hann havt tvær framsýingar uttanlands. Hetta er triðja framsýningin í eini røð um tær føroysku bygdirnar.
Philippe er føddur í Bourgogne í Fraklandi í 1953. Hann er útbúgvin myndamaður, og hevur gingið á Grafisk Skole í Århus, og síðani 1982 hevur hann arbeitt burturav sum listamður. Stóra partin av hesi tíðini hevur hann verið búsitandi í Føroyum.
Framsýningin "Á bygd ? SPOR" letur upp í dag, 30. november, klokkan 14, og hevur opið hvønn dag fram til 4. desember frá klokkan 14 ? 18. Klokkan 16.00 í dag spæla Kristian og Mikael Blak egin verk.