Bygd / Bý

Havi við áhuga fylgt orðaskiftinum millum borgarstjórarnar í Klaksvík og Havnini um útjaðaran / miðstaðarøki og rák í samfelagnum og polittiskar atgerðir hesum viðvíkjandi.

Eri bygdarmaður sjálvur, og tí allarhelst partískur, men hóvast eg havi stóra viðring fyri Heðini Mortensen og øllum tí, sum hann hevur gjørt og framvegis ger, eri eg ikki samdur við hann, í tí, sum hann framførur her. Kanska er tað framtíðartala, tá íð hann sigur, at vit skulu konkurera við metropolarnar um útbúgvi fólk, men tað er í hvussu so er ikki realistisk tala. Og tá íð hann sigur, at Havnin er einasti miðdepul í Føroyum, so er tað ein hættislig kós at halda, sum í síðsta enda kann føra til, at landið verður avfólkað. Fari at grundgeva fyri mínum sjónarmiði um hesi kanska týdningarmestu viðurskiftini í føroyskum politikki í dag. Eg haldi at treytin fyri at eitt livandi og fjølbroytt føroyskt samfelag skal verða lív laga er, at javnvág er millum miðstaðarøki og útjaðaran.

Men fyrst eitt dømi úr heimligu fótbóltskappingini: Um vit siga, at Havnar kommuna er 10 ferðir so stór sum ein meðal føroysk kommuna, so má tað merkja alt annað líka, at í Havn búgva 10 ferðir so nóg fótbóltstalentir sum í eini meðal kommunu, og at fótbólturin har hevur 10 ferðír so nógvan pening at ráða yvir. Niðurstøðan av hesum má verða, at eitt bygdarlið ongan livandi møgulleika kann hava ímóti einum Havnarliði. Men soleiðis er tað ikki í verðunleikanum. T.d. kom einki Havnarlið í fjórðingsfinaluna í steypakappingini í ár. Hvussu ber tað til? Hvat eru tað fyri kreftir, sum soleiðis kunnu gera vanligan sunnan fornuft til skammar?

Ein høvuðsmunurin millum lívið á bygd og í bý er, at í býnum kanst tú keypa teg til eina mentanaruppliving og seta teg afturá og njóta hana. Tess størri býurin er, tess fleiri tilboð hevur tú at velja ímillum, og tær nýtist ikki at gera annað enn at gjalda atgongugjald, so fært tú alt borðreitt, og tú kanst sita sum passivur áskoðari. Men skalt tú á bygd hava eina mentanaruppliving, so noyðist tú so ella so at vera við til at skapa hana sjálvur. Hetta ger, at tað í mun til fólkatalið eru fleiri fólk virkin í samfelagslívinum á bygd enn í býnum og tess fleiri, íð eru virkin í samfelagslívinum, tess sterkari og meira livandi er samfelagið.

Tað einstaka bygdarfólkið letur sum oftast sítt ískoyti til samfelagslívið ígjøgnum eitt felag, men alt eftir hvat felag, tað snýr seg um, so krevur tað eitt ávíst fólkagrundarlag í bygdini fyri at hava eitt virki felagslív. Minkar fólkagrundarlagið niður um ávísa markið, fánar felagslívið burtur, og fánar felagslívið, er vandi fyri, at bygdin eisini fánar og fráflytingin tekur dik á seg.

Býarlívið og bygdarlívið hava hvør síni eyðkenni og hvør sínar fyrimyndir, hvør sínar fyrimunir og hvør sínar vansar, hvør sín veikleika og hvør sína styrki; men saman kunnu tey suplera og komplementera hvørt annað. Tað er tí ikki bara fyri bygdirnar at tað er lívsneyðugt, at javnvág er ímillum miðstaðarøkið og útjaðaran, men so sanniliga eisini fyri Havnina. Danir hava eitt orðatak, sum sigur: “At sejer ad Helvede til”. Um allar magnetirnar verða lagdar í Havnini, kann tað verða so skjótt, at hon dregur allan útjaðaran til sín, til Havnin at enda ikki longur er at rokna sum ein høvuðsstaður uttan fyri sær sjálvum og nøkrum bøndrum. Heldur verður hon ein lítil provinsbýur mitt úti í Atlantshavinum, og hvat fyri býarmenniskja tímir at búgva í einum pinkalítlum provinsbýi langt úti í havinum? Tá verða vit slúkt av metropolunum.