Kirkjan er andaliga heimi hjá fjøld av fólki og har skal ein og hvør kunna vera, eisini tann, sum ikki eigur eitt reytt oyra. Tað heldur Oddvør Johansen, sum hevur verið organistur í kirkjuni í ett mannaminni, seinastu árini í Hoyvíkar kirkju
- Tí býður tað mær ímóti at skula gjalda fyri at koma inn at hoyra t.d. “Messias”, leggur hon afturat.
Seinastu tíðina hevur kjak tikið seg upp um tað er rætt, at fólk skulu rinda fyri at sleppa til ávís tiltøk í kirkjuni. Kjakið tók seg upp eftir fólk máttu keypa atkongumerki fyri at sleppa inn í kirkjuna á Eiði á konsert.
- Hetta er ókent í Føroyum, og her mugu kirkjuligu myndugleikarnir beinanvegin taka eina avgerð og seta nøkur ting upp á pláss, heldur oddvør Johansen. Hon vísir á, at í nógv ár hava tónleikarar og kórsangarar spurt, hví kirkjan ikki loyvir sølu av atgongumerkjum í landsins kirkjum. - Svarið hevur bara verið: Soleiðis er tað bara, tað er ikki loyvt.
- Men at kirkjan í grundini – vegna manglandi lógarverk – heldur ikki hevur havt heimild til at gjalda einum unguleikara samsýning fyri at vera bundin á orgulbonkinum árið runt – tað visti eg ikki, sigur urguleikarin.
- Altso hevur kirkjan, har eg sjálv virkaði í eitt mannaminni, ólógliga goldið mær eina samsýning – kanska av sínum tiltøkupeningi – øll árini.
- Hetta má vera rætta staðið at heita á mentamálaráðið um at taka eina avgerð og lýsa kunngerðina um hesi viðurskifti ongantíð ov skjótt, sigur Oddvør Johansen.
Hon heldur annars, at vil ein kirkja so fegin hava konsertir, er tað eitt hugskot at gera ein konsertkassa, har tað hvørt ár verður settur hóskandi peningur av. - Loypir nakað av, fer tað aftur í felagskassan. Er tað ov lítið, ja, so verða ikki fleiri konsertir tað árið.
Men hvør skal sleppa inn í kirkjuna at spæla og syngja, spyr hon, og ásannar, tað er ein torførur og kanska kensluborin spurningur. Sjálv heldur hon, at tað er ikki alt, ið skal dragsast inn í kirkjuna
- Hvør er boðskapurin? kann verða spurt. Hevur hetta spekt og sóma? Er hetta nakað, sum bara er útvortis ella kanska bespottiligt? Vit kunnu blíva við at spyrja – um alt møguligt. Mín seinasti spurningur er: hvar er Kristus?
Les meiri um, hvat Oddvør Johansen heldur um tónleik í kirkjuni, við at trýsta HER
Sjálv hevur hon ongar fordómar mótvegis rokktónleiki, jassi, poppi, dansitónleiki, gospel ella doom-metal, bara tað verður ordiliga framført og tónleikararnir eru seriøsir. - Hetta er teirra fak, teirra áhugi og gleði, men vit noyðast at hugsa um tað heilaga rúmið, vit eru stødd í. Spekt og sóma, sigur Oddvør Johansen. |










