Bet You Are William spæla konsert á Reinsarínum í kvøld klokkan 22.30 Bólkurin hevur havt úr at gera í summar, har hann hevur spælt á G! Mini og á Futt í Býin konsertini fríggjakvøldið, og skal m.a. eisini spæla á Summarfestivalinum og Fjarðafestivalinum í summar.
Fyri tey, ið ikki hava hoyrt bólkin á G! Mini, ella á Futt í Býin, verður tó enn ein møguleiki. Í kvøld verður møguleiki at hoyra bólkin í einum minni og meiri hugnaligum umhvørvi, tá ið teir spæla í Reinarínum.
Reinsaríið verður karmur um nógvar áhugaverdar tónleikaupplivingar um ólavsøkuna, og er hetta liður í ætlanini hjá býráðnum at flyta ólavsøkuna oman í Miðbýin aftur.
Konsertin byrjar klokkan 22:30 og atgongumerkini kosta 100 kr.