Njóting í ymsum líki var felags evnið á tiltaki á Læraraskúlanum leygardagin, har njótingargranskarin Morten Kringelbach og bretska skaldið A.S. Byatt kjakaðust um sambandið millum njóting og list - millum annað við atliti til hugtakandi stuttsøguna "Ein steinkvinna" eftir Byatt, sum stendur í nyggjasta Vencil.
Vøkur steinrenning
Í bókini Njótingarsami heilin vísir Kringelbach á, at hóast list er at meta sum ein yvirskipað njóting, so verður listarliga njótingin stýrd av somu mekanismum, sum grundleggjandi tráain eftir mati og sex.
Í sambandi við list stavar hendan trongdin millum annað frá tørvinum hjá menniskjum á at skapa samanhang og meining í lívinum, eru Kringelbach og Byatt samd um. Byatt vísir millum annað á, at fyri hana sum rithøvunda, byrjar ein tekstur altíð við trongdini at seta tvey, sera ymisk fyribrigdi saman - uttan iva í tráan eftir at uppliva njótingarsamu løtuna, tá tað eydnast og kanska verður til okkurt heilt triðja.
- Í "Ein steinkvinna" visti eg frá byrjan, at eg vildi royna at tvinna íslendskar sagnir um huldusteinar saman við sorg. Sum frá leið smeltaðu hugskotini saman í steinkvinnuni, sum soleiðis gjørdist ímyndin av sorg, sigur Byatt.
Í søguni missir kvinnan Ines mammu sína, sum doyr av sjúku. Í sorgini yvir mammuna umskapast Ines spakuliga til stein. Men hóast hon so at siga verður steinrunnin av sorg, fær hon sum hesin nýggi løgni skapningur eitt hugtakandi nýtt lív. Tá hon til endan hvørvur sum menniskja av kjøti og blóði, er tað kortini ikki endin á henni, men byrjanin til okkurt annað, har hon er vorðin eitt við íslendsku náttúruna. Á sín heilt sermerkta hátt megnar Byatt soleiðis at gera pínuna og sorgina hjá Ines til eina sorgblíða og vakra uppliving, sum fangar lesaran frá byrjan:
Beinini gneltu ímóti hvørjum øðrum, tá ið hon gekk. Fyrsta ábendingin um, at steinskorpan sást uttan á klæðunum, var serstøk og vøkur. Hon varnaðist tað fyrstu ferð í speglinum ein morgunin, tá hon bustaði sær hárið: eitt hovið hálsband oman fyri øsibeinini dagaði líðandi fram úr húðini, sum eygu úr eygnalokum, og varð sum opalar - eld-opalar, svartar opalar, geysiritt og kókistein, á tremur við vátligum ljósi. Hon tók seg í at njóta at hyggja at sær í speglinum
("Ein steinkvinna", Vencil 5, s. 15)
Byatt viðgongur, at hennara størsta njóting sum høvundur er at finna so nógv orð, sum gjørligt, fyri eitthvørt fyribrigdi.
- Hesuferð byrjaði eg so at samla ymisk orð fyri steinar, sjálvt um eg ikki ánaði, hvat eg skuldi brúka tey til í søguni. Fyri at sleppa at brúka øll tey vøkru orðini, eg fann, valdi eg at seta allar hesar vøkru steinarnar á steinkvinnuna á ein hátt, so søgan meir at kalla bleiv eitt ævintýr, greiðir Byatt frá.
Deiliga pínan
Einastaðni í søguni sker Ines seg í tummilin og varnast, at hennara blóð er vorðið til flótandi lava, sum setir brennimerki eftir seg allastaðni, har blóðið dryppar.
- Sorg er jú ein øgilig megi, sum hertekur menniskju eins og eldur. Men sorg er eisini ein prosess, sum liggur har eins og okkurt flótandi, ið rekur aftur og fram, steðgar á og so knappliga spríkir aftur. Tað var nakað soleiðis, eg hugsaði, tá eg kom í tankar um at brúka lava sum myndbering, sigur Byatt, og ásannar, at tað sjálvandi eisini liggur okkurt ræðandi og pínufult í tankanum um dryppandi glóðheitt blóð.
Í hesum sambandi ger Morten Kringelbach vart við, at njóting og pína stava frá sama depli í heilanum. Um ein kensla verður til njóting ella pínu er bara ein spurningur um, hvussu nógv hesin depilin verður stimuleraður. Tí er tað kanska ikki so løgið, at vit ofta njóta pínufullar søgur
- Ein søga um pínu er væl altíð ein roynd at fáa tamarhald á pínuni - bæði fyri høvundan, men eisini fyri lesararn. Við at lata ein fiktivan persón kenna pínuna fyri teg, kanst tú uppliva somu njótingasomu kenslu, sum tá tú langt um leingi sleppur av við eina pínu, hugleiðir Byatt
Heilanum dámar metaforar
A.S. Byatt er annars sannførd um, at okkara heila dámar myndamál og metaforar, nettup tí teir kunnu vera tvítýddir.
- Hatta er sum við optiskum snýtimyndum, sum knappliga verða til nakað annað, tá tú hyggur at teimum uppá ein annan máta. Tað gevur bæði eina primitiva og sofistikeraða njóting, fyrst at kenna seg eitt sindur snýttan, og so knappliga finna út av, hvat goymir seg aftanfyri, sigur Byatt.
At tvítýddar søgur og metaforar hava okkurt dragandi við sær, hongur eisini saman við okkara grundleggjandi trongd at skapa meining í lívinum, heldur hon.
- Tá okkurt skelkandi og meiningsleyst hendir, eru vit altíð skjót at royna at forklára tað fyri á tann hátt at sannføra okkum sjálvi um, at onkur meining er kortini. Tað trúgvi eg, at vit gera heilt instinktivt, so okkara sjálvsmynd og øll okkara heimsmynd ikki skramblar saman, sigur Byatt.
Hon steðgar á eina løtu, áðrenn hon leggur afturat, at tað í grundini eisini er okkurt njótingarsamt í at siga, at heimurin er meiningsleysur.
- Bara við at siga tað, bara við at seta orð á, at heimurin er kaotiskur, fáa vit eitt sindur av tamarhald á honum, og tað kennist gott, grunar bretska skaldið, A.S. Byatt
Tað er Pauli Nielsen, sum hevur týtt "Ein steinkvinna" til føroyskt