Um stutta tíð broytist býarmyndin í Havn. Húsini hjá Herluf Arnason, sum standa á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta verða fyrsta dagin tikin niður.
Tað er fyritøkan Maria Poulsen, sum eigur húsini, sum seinnu árini hava verið leigað út til handil - seinast var tað Amboðsbúðin, sum leigaði húsini.
Nú er handilin fluttur út, og hevur byggi- og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar Býráð givið Mariu Poulsen loyvi at taka húsini niður.
Tórshavnar Býráð hevur eisini fingið í boði at fáa húsini og seta tey á annað stað, men hesum hevur býráðið ikki tikið av, tí umstøður ikki eru til tess í løtuni.
Ætlanin er, at økið har húsini standa, skal nýtast til parkeringspláss til kundar hjá Mariu Poulsen.