Tað er eitt stórt afturstig fyri Havnina, at sermerkta gróthúsið hjá Eik í miðbýnum, nú skal vera skrivstovubygningur hjá Løtgtinginum.
Tað endurtekur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, og formaður íu byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum, á Rás2 í dag.
Løgtingið skal hava betri umstøður at arbeiða undir, og tí skal tað nú keypa gamla gróthúsið hjá Eik Banka í miðbýnum í Havn fyri 26 milliónir krónur, samstundis sum Gamla Apotek skal seljast fyri sjey milliónir krónur.
Tróndur Sigurðsson harmast um, at ein tann besta adressan í Føroyum, nú verður ein skrivstovubygningur. Hjálvur kundi hann heldur hugsa sær, at bygningurin varð gjørdur til býarbókasavn, kaffistova, ella okkurt annað, sum skapti lív og trivnað.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá støðuni – og at tað er einki, býráðið kann gera.










