ÍBV vinnur ikki meistaraskapin

Fótbóltur: Uni Arge skoraði tvey mál, og Allan Mørkøre og teir taptu stórt í Reykjavík

Tað sá einki út í Ólafsfirði var hálvleikt millum heimaliðið, Leiftur, og gestirnar úr Fram í Reykjavík. Men uppsangurin hjá Páll Guðlugsson hjálpti í hvussu so er partvís, tí seinna umfarið vann Leiftur 3-1, og harvið endaði tað við javnleiki 3-3.

Sæð við føroyskum eygum var avgjørt nakað at gleðast um, tí Uni Arge staðfesti undan landsliðsuppgávunum, at máltevið er, sum tað skal vera. Uni Arge skoraði tvey av málunum hjá Leiftri.


Útslignir

ÍBV var í Reykjavík, og har komu teir í satt ódnarveður móti KR, sum við 3-0 sigri legði seg fimm stig framum vestmannaeyingarnar. Tað eru bara trý umfør eftir at spæla, og tað vil við øðrum orðum siga, at tað er so gott sum greitt, at KR fer at vinna meistaraskapin og kanska greipuna, sum ÍBV vann í fjør. Finalan í steypakappingini verður síðst í september millum ÍA og KR.

Allan Mørkøre kom á vøllin sum miðvallari í høgru, tá ein hálvur tími restaði. Tá var støðan 2-0, og í síðstu løtu skoraði KR til 3-0. Síðsta málið fingu teir uppá brotsspark. Teir brendu eitt annað brotsspark, og sum heild høvdu teir nógv betri tak á tí.

? Vit høvdu onkrar møguleikar, men okkum restar ein odruligan miðframherja, sum kann skora uppá møguleikarnar, sum vit fáa. Hesa ferð fingu vit eitt brotsspark, sum framherjin hjá okkum, Steingrímur Johansson, tíverri misnýtti, sigur Allan Mørkøre úr Vestmannaoyggjunum. Sjálvur hevði hann tvær royndir móti málinum, sum við eitt sindur av hepni kundu havt givið mál.

Føroysku landsliðsspælararnir í íslendskum fótbólti koma ikki heim fyrrenn hósmorgunin, tí mikukvøldið verður triðji síðsta umfarið í landssimadeildini spælt.