ÍBV skal hava nýggjan málverja

Fótbóltur: Hóast hann er 36 ára gamal, so hevur Birkir Kristinsson fingið sáttmála í Eysturríki

Tá tíðindini sunnukvøldið komu fram í íslendsku pressuni um, at Jens Martin Knudsen skuldi vera málverji hjá ÍBV í Vestmannaoyggjunum, var tað ivaleyst bæði ein og annar, sum spurdi, hví tað var neyðugt hjá Allani Mørkøre og teimum at skifta málverja. Teir hava jú havt Birkir Kristinsson í málinum, og hann er ikki hvør sum helt.

Í nógvum av EM undankappingardystunum var hann tann einasti millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum, sum spældi í Landssímadeildini. Allir hinir umboðaðu feløg í øðrum londum enn Íslandi. Birkir Kristinsson var í málinum teir fyrstu 70 minuttirnar, tá Ísland mikudagin 18. august vann venjingardystin ímóti Føroyum á Tórsvølli 1?0. Millum annað bjargaði hann einum brotssparki frá liðfelagnum Allani Mørkøre.

Í íslendsku fjølmiðlunum ljóðaði sunnudagin, at ÍBV málverjin av persónligum ávum hevði biðið felagið um at vera loystur frá samstarvsavtaluni.

Jens Martin Knudsen sigur, at sum so mangir aðrir íslendskir fótbóltsspælarar, so fór Birkir Kristinsson eftir kappingarlok aðra staðni at royna seg. Hann kom til eitt felag í bestu eysurríksku deildini, og nú eru eysturríkararnir so væl nøgdir við íslendska málverjan, at teir vilja gera sáttmála við hann.

Birkir Kristinsson er 36 ára gamal, og tað átti at sagt Jens Martini Knudsen, at hann framvegis eigur fleiri góð ár á sum málverji. Jens Martin fylti 32 11. juni.

Sunnukvøldið vóru teir í ÍBV so mikið vísir í, at teir høvdu fingið besta fótbóltsspælaran í Íslandi í 1999 í málið hjá sær í ár 2000, men soleiðis skuldi tað ikki vera, og nú leita teir í ÍBV framvegis eftir einum avloysara fyri Birkir Kristinsson.