Buzz verður fyrstur

Nú nærkast upptøkurnar av Buzz Aldrin endanum, og fólkini handan upptøkurnar eru sannførd um, at tá filmarnir verða at síggja, tá verður úrslitið meira ein Armstrong

Í gjár vitjaði Sosialurin Fuglafjørð, har nakrar av seinastu upptøkunum til Buzz Aldrin vórðu gjørdar.

Brotið, sum var gjørt í gjár, er um, at fólkini á heiminum við Gjógv royna at rýma av landinum. Til hetta gera tey ein bát í stand.

Hóast tað regnaði av og á, so kom ongin steðgur í av hesum, og tey koyrdu veruliga á.

Upptøkurnar ganga fyri seg niðri í fjøruni í Fuglafirði, har báturin stendur og bilarnir, ið vanliga koyra framvið fjøruni vórðu steðgaðir hvørja ferð ein upptøka var.


Verið allastaðni

Ein av føroyingunum, sum hevur havt nógv við Buzz Aldrin filmarnar at gera er Gudmund Helmsdal Nielsen, sum er location manager í Føroyum, og hevur verið í allari tilgongdini í Føroyum, og hann er fegin um hvussu væl tað hevur gingið.

- Tað hevur gingið væl. Tað eru sjálvandi nøkur ting, sum ikki hava verið heilt, sum tað kundi verið, men alt í alt hevur gingið øgiliga væl, greiðir hann frá.

Somuleiðis heldur hann tað vera serligt, at mann hevur vitjað so øgiliga nógv støð í landinum.

- Tað er bara í Norðoyggjum og á Sanoynni, at vit ikki hava verið, so vit eru komin eitt sindur runt, hóast tað mesta hevur verið gjørt í Havn og við Gjógv, greiðir maðurin, sum hevur ábyrgdina av á plássini eru klár, frá.

Hann leggur afturat, at tað verður áhugavert at síggja, hvussu tað fer at gangast á G!Festivalinum, har tey skulu taka upp næstu dagarnar.

Einasta stóra ivamálið er grindadrápið, sum skal vera við, men tað er umrøtt á aðrari síðu í blaðnum.


Úrslitið verður gott

Annika Johannesen úr Havn hevur ein av stóru leiklutunum í filmunum, og hon hevur serstakliga góðar vónir til úrslitið av filmunum.

- Tað er ein øgiliga góður arbeiðsstemningur, og tað hevur øgiliga nógv at siga. Tí vænti eg, at úrslitið verður øgiliga gott, sigur Annika Johannesen, sum hevur leiklutin sum Anna, ið er ein av fólkunum á fabrikkini við Gjógv.

Hon greiðir somuleiðis frá, at orsøkin til, at hon fekk ein so týðandi leiklut, er, at hon var til upptøkuroynd og fekk leiklutin.

- Eitt annað, sum er ordiliga stuttligt, er at sleppa at tosa føroyskt, staðfestir hon.

Í gjár skuldu upptøkurnar við bátinum, sum Edward Fuglø, hevur gjarað og dálkað, verið lidnar og um mánaðarskiftið skuldu allar upptøkurnar í Føroyum verið gjørdar.