Buzz Aldrin verður nú sýndur í Noregi

Mánakvøldið í næstu viku verður fyrsti partur av røðini ”Buzz Aldrin – hvor ble det av deg i alt mylderet” vístur í norskum sjónvarpi.

Henda stór-satsingin er framleidd av felagnum Motlys í samstarvi við norska kringvarpið, og byggir á skaldsøguna hjá Johan Harstad við sama heiti.

Áðrenn tað hava norðmenn høvið at síggja alla røðina í biografinum. Fleiri biografar skipa tí fyri sersýningum, har ein kann síggja allar teir fýra partarnar í einum.

Handlingin er bygt upp um gartnaran Mattias, sum verður føddur somu nátt sum mánalandingin var í 1969. Honum dámar væl alt ið hevur við rúmdarferðir at gera, og dámar serstakliga væl Buzz Aldrin, sum var næsti persónurin ið setti føtur sínar á mánan.

Mattias er ein ævigur tvey-ari, og tekur avgerð um at rýma frá øllum. Hann kemur til Føroyar, og finnur eitt slag av heimi á einum flakavirki, ið er umbygt til eina psykiatriska deild.

So er spurningurin, um og nær tey, ið kanska ikki hava atgongd til norskt sjónvarp, sleppa at síggja røðina í føroyskum biografum.

snorri@sosialurin.fo