Buzz Aldrin vístur mánakvøld

Norska sjónvarps­støðin NRK­1 er far­in at vísa sjón­varps­røð­­ina, »Buzz Aldrin, hvor blev du af i al myld­er­et«, sum fyri ein stór­an part varð tik­in upp í Føroyum.

Fyrsti partur varð víst­ur síðsta mán­a­kvøld, og um­mæl­­ar­­ar góvu røð­ini sera góð ummæli.
Fyrsti partur endaði í Før­oy­um, upp­i í Fagradali á Oyggj­ar­veg­num, tá høv­uðs­per­són­ur­in kom til Før­oya við Norr­ønu.
Hugsandi er tí, at næstu part­­ar­nir í størst­­an mun hava upp­tøk­ur úr Før­oy­um.
NRK1 vísir sjón­­varps­­røð­ina næstu trý mán­a­­kvøldini klokk­an 20:30 – og øll tey, sum hava Tele­varp­ið, nýt­ast ikki at bíða til Kring­varp­ið fer at vísa røðina kom­andi ár, tí tey síggja NRK1.