Upptøkurnar til filmingina av Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet, nærkast. Í tí sambandi eftirlýsir filmsliðið bilar, ið eru eldri enn 10 ár Um ein lítlan mánað byrja upptøkurnar til filmin, sum verður bygdur á skaldsøguna, Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet, eftir norðmannin, Johan Harstad. Søgan gongur fyri seg í Føroyum á summartíð, og seinastu mánaðirnar hevur javnt verið at frætt um filmin. Lýst hevur verið eftir føroyskum leikarum til onkrar av leiklutunum, og G! festivalurin hevur kunngjørt at onkrar upptøkur verða gjørdar meðan konsertir vera á sandinum í Gøtu.
Nú eru tað bilar, ið mangla.
- Søgan gongur fyri seg í ár 2000. Tí tørvar okkum bilar til ymsu upptøkurnar, sum eru eldri enn frá ár 2000. Øll eru vælkomin at seta seg í samband við meg, um tey hava ein so gamlan bil, treytin er bara at bilarnir ikki eru reyðir, svartir ella hvítir, greiðir samskiparin av upptøkunum frá, Gudmund Nielsen.
Tað eru pall- og kamerafólkini, ið hava sett treytirnar viðvíkjandi litunum á bilum.
Bilarnir skulu virka sum statistar í upptøkunum, onkrir skulu standa parkeraðir í bakgrundini, og onkur skal nýtast í ferðsluni við ljóskurvarnar í Havn.
Upptøkurnar fara fram ymsa staðni í landinum, í Havn, Suðuroy, Sandi, Gøtu og við Gjógv, til dømis, og skulu bilar nýtast til upptøkur á hesum plássum. Bileigararnir mugu sjálvir flyta bilarnar til upptøkuplássini.
Tað verður byrjað at filmað 20. juni umborð á Norrønu, og halda upptøkurnar fram til 1. august.
Tey, ið hava ein bil, sum er umleið 10 ára gamal, og kundu hugsað sær at latið bilin verið ein part av filminum um Buzz Aldrin, kunnu seta seg í samband við Gudmund Nielsen á buzzbilar@gmail.com.










