Formula 1: Jenson Button vann fyrstu Formula 1 kappkoyringina í ár í Melbourne. Hann kom á mál góð tvey sekund frammanfyri Sebastian Vettel, sum er verandi heimsmeistari. Liðfelagin hjá Jenson Button, Lewis Hamilton, kom á mál á triðja plássi.
Lewis Hamilton og Jenson Button, sum báðir koyra McLaren-Mercedes, byrjaði á ávíkavist fyrsta og øðrum plássi, men longu í fyrsta svinginum yvirhálaði Jenson Button liðfelagin og var fremstur øll 58 umførini.
Sebastian Vettel, sum byrjaði á sætta plássi, arbeiddi seg frameftir og endaði við at yvirhála Lewis Hamilton í samband við eitt Pit Stop og at trygdarbilurin kom á koyribreytina, og endaði á einum øðrum plássi. Lewis Hamilton kom á mál sum nummar trý.
Formula 1 legendan, Michael Schumacher, byrjaði á fjórða plássi, men kom bara tíggju ferðir kring koyribreytina áðrenn hann takkaði fyri seg.
Úrslitini frá Kappkoyringini í Avstralia kunnu síggja HER
(Getty Images) Sebastian Vettel(t.h) tryggjar sær, at Jenson Button ikki fer tystur av vinnara pallinum.