Bólkurin, ið er myndaður av átta gentum í aldrinum átta til tólv ár framførdi eisini á Fjarðafestivalinum í fjør, og hevur ferðast til ymiskar samkomur í Føroyum. Eisini hava tær dansa til ymisk kristilig tiltøk serliga á páskum og jólum. Butterfly var stovnaður fyri tveimum árum síðan. Ein mamma at tveimum av gentum, ið eru partar av bólkinum heitti á tær kvinnurnar, ið hava staðið fyri venjingini av dansibólkinum, um at skipa fyri dansiundirhaldi í sambandi við eina jólaveitslu, og hetta riggaði so væl, at bólkurin helt fram.










