Bústjóri settur á D Media

Sigmund Poulsen, advokatur og bústjóri í Dimmalætting, er nú eisini stjóri í D Media

Nýggja smápartafelagið, hvørs endamál var at endurreisa Dimmalætting í einum ella øðrum formi, tykist ikki fáa langa livitíð.

 

Felagið varð stovnað hálvan september við Árna Gregersen sum stjóra. Tá varð upplýst, at D Media var eitt dóttirfelag hjá gamla sp/f Dimmalætting, sum í sama viðfangi broytti navn til sp/f Bring. Gamli eigarin av Dimmalætting, Eyðfinn Reyðberg, helt tá fram sum stjóri í sp/f Bring.

 

Stutt eftir kravdu starvsfólkini á Dimmalætting sítt gamla arbeiðspláss í Skiftirættin, tí felagið skyldaði teimum bæði løn og eftirløn.

 

Sigmund Poulsen varð settur fyribil bústjóri fyri Sp/f Bring. Men í dag hevur bústjórin so eisini yvirtikið stýringina av sp/f D Media.

 

Árni Gregersen er farin frá sum stjóri, og Sigmund Poulsen hevur tikið við.

 

D Media varð stovnað við 80.000 krónum í partapeningi. Har vóru eingi onnur starvsfólk uttan stjórin. 

 

Les eisini:

 

Vinnuvitan tikið úr Dimmalætting

Bústjóri kennir einki til Vinnuvitan.biz

D Media eigur Dimmu