Bústjóri kennir einki til Vinnuvitan.biz

- Eg havi enn einki yvirblikk yvir støðuna í felagnum, sigur Sigmund Poulsen, fyribils bústjóri í trotabúgvinum eftir Dimmalætting

Vinnuvitan.biz hevur verið óvirkið í meira enn eina viku, og í løtuni tykist eingin vita, hvar hesin stóri datagrunnur flýtur í trotabúgvinum eftir Dimmalætting.

 

Vinnuvitan.biz er partur av Dimmalætting, sum nú eitur sp/f Bring. Sambært nýggjasta roknskapinum hjá Dimmalætting er virðið á dátugrunninum 354.000 krónur.

 

Eyðfinn Reyðberg, fyrrverandi stjóri í sp/f Dimmalætting (sp/f Bring), upplýsti fyri Sosialinum í síðstu viku, at tøkniligir trupulleikar eru við servaranum, har Vinnuvitan.biz liggur.

 

Eyðfinn Reyðberg gav tá somuleiðis greitt til kennar, at arbeitt verður við at flyta Vinnuvitan.biz – bæði yvir á ein annan servara og í eitt annað felag.

 

Ein upplýsing, sum fyribilssetti bústjórin tó ikki vil gera viðmerkingar til.

 

- Eg havi ikki yvirblikk yvir felagið í løtuni, sigur Sigmund Poulsen advokatur, sum peikar á dato’in 15. oktober.

 

- Mín uppgáva sum fyribils bústjóri er at gera aktivini upp, ogn og skuld, og skriva eina frágreiðing til Skiftirættin um tað innan 15. oktober. Tá kemur felagið undir veruliga trotabúarviðgerð, og ein fastur bústjóri verður settur, sigur Sigmund Poulsen.

 

Hann vil tí ikki fyrihalda seg til spurningin, hvørt Vinnuvitan.biz í dag er inni í gomlu Dimmalætting ella uttanfyri.

 

Tað vóru starvsfólkini á Dimmalætting, sum í síðsta enda sendu sítt arbeiðspláss í Skiftirættin, tí tey áttu bæði løn og eftirløn til góðar, og eingi útlit vóru fyri at fáa pengarnar