Bústaðir yvirtekur á Oyrarbakka

Bústaðir hava í dag yvirtikið átta spildurnýggjar íbúðir á Oyrarbakka. – Vit eru sera væl nøgd við at kunna bjóða fólki góðar íbúðir fyri rímiliga leigu, sigur Andras Róin

Bústaðir hava í dag yvirtikið átta spildurnýggjar íbúðir á Oyrarbakka. Móttøka var seinnapartin, nú verkætlanin Undir Bjørgum er liðug. Íbúðirnar, sum sp/f Jóan Petur Vang hevur bygt fyri Bústaðir, eru ávíkavist 82 og 92 fermetrar til støddar, og húsaleigan verður millum 4700 og 5400 krónur um mánaðin.

 

Kostnaðurin fyri at byggja íbúðirnar hevur sambært Andrasi Róin ligið beint undir 15.000 krónur fyri fermeturin.

 

– Í næstu viku fara vit at senda brøv út til tey á okkara bíðilista, sum hava teknað seg til íbúð í Eysturoynni og Norðstreymoy, tilsamans umleið 200 fólk, sigur Andras Róin.

 

Stjórin er sera væl nøgdur við íbúðirnar, og hann hevur góðar vónir um, at tað eisini fer at eydnast at leiga tær út.

 

Hoyr samrøðu við Andras Róin við at trýsta á pílin undir myndini.