Bústaðir yvirtaka eldraíbúðir í Klaksvík

Føroya Bústaðafelag, Bústaðir, skal nú yvirtaka allar íbúðirnar undir Kráarbrekku í Klaksvík.

Sjálvsognarstovnurin undir Kráarbrekku eigur 24 eldraíbúðir, og hesar íbúðir skal Bústaðir frameftir eiga og leiga út.

 

Á fundi týskvøldið vórðu íbúgvarnir í leiguíbúðunum undir Kráarbrekku kunnaðir um hesa broyting, samstundis Andras Róin, stjóri, saman við øðrum umboðum fyri Bústaðir greiddi frá arbeiðnum og ætlanunum hjá Bústaðir.


Higartil hava Bústaðir átt Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku saman við Klaksvíkar Kommunu, men nú fer Bústaðir einsamalt at yvirtaka hendan partin av verkætlanini.


- Íbúðir eru eitt kjarnuøki hjá Bústaðir, og tey eru betur før fyri at tryggja eina so bíliga leigu sum gjørligt fyri eldraíbúðirnar frameftir. Bústaðir hava betri møguleikar fyri lagaligari fígging og hava eingi krøv um avlop. Tí er hetta ein góð og trygg loysn fyri íbúgvarnar undir Kráarbrekku, sigur Jógvan Skorheim, sum er formaður í stýrinum fyri Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku.


Sjálvsognarstovnurin undir Kráarbrekku eigur eisini Sambýlið á Heygnum, og ætlanin er, at sambýlið skal gerast partur av nýggja eldrasamstarvinum í Norðoyggjum, tá ið eldraøkið verður yvirtikið. Í longra lagi merkir hetta sostatt, at Bústaðir yvirtaka eldraíbúðirnar, samstundis sum Sambýlið á Heygnum verður partur av kommunala eldraøkinum í Norðoyggjum.


 - Eg fegnist  um hesa loysnina og um, at Bústaðir vilja taka ábyrgd í Norðoyggjum, sigur Jógvan Skorheim.

Eldraíbúðirnar undir Kráarbrekku verða leigaðar út til fólk yvir 60 ár, og øll árini, síðani íbúðirnar vórðu bygdar, hevur bíðilisti verið at fáa íbúð.