Bústaðir skulu hava 662 bústaðir til taks

Almenna bústaðafelagið Bústaðir skal framskunda bygging av 200 íbúðum, og skattafrítøka skal eggja privatum til at leiga út hús og íbúðir.

Almenna bústaðafelagið Bústaðir skal framskunda bygging av 200 íbúðum, og skattafrítøka skal eggja privatum til at leiga út hús og íbúðir.

 

Tað er ein partur av bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum, sum kom fram á tíðindafundi í eini íbúð hjá Bústøðum, sum er í gerð í Mattalág í Havn.

 

Eitt av átøkunum er, at Bústaðir framskundar at byggja yvir 200 íbúðir afturat alt fyri eitt kring landið. Harumframt byggir Bústaðir búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi.

 

Fyri at eggja teimum, ið eiga fleiri hús at leiga út í longri tíðarskeið, verður markið broytt fyri, nær talan er um vinnuliga útleigan.

 

Onnur átøk eru hesi:

 

– Kommunur skulu eisini sleppa at bygga eldraíbúðir til borgarar, ið eru 64 ár og eldri.

 

– Ein bráðtørvslisti verður skipaður, sum skal hjálpa teimum, ið hava bráðfeingistørv á bústaði.

 

– Arbeiði við at fáa betri bústaðarhagtøl byrjar beinanvegin. Eisini verður heitt á kommunurnar um at skrásta øll síni leigumál

 

– Marki fyri skattafríari privatari langtíðarleigu hækkar til 150.000

 

– Almannaverkið fær møguleikan at gera avtalur við privat um ávisingarrætt.

 

– Í tøttum samstravi við peingastovnarnar verða hugt nærri at fíggjarmøguleikunum til bústaðir uttan fyri meginøkið.

 

Bústaðir hevur í løtuni 262 leigubústaðir. 200 bústaðir eru í gerð, 200 bústaðir eru ávegis, og

200 íbúðir afturat verða framskundaðar.