Bústaðir keypir 24 íbúðir

Sum skilst keypir Bústaðir í næstum tveir av íbúðarblokkunum á Heimasta horni í Havn

Bústaðir, sum er gamli Húsalánsgrunnurin, hevur seinasta árið sett gongd á fleiri íbúðarætlanir, har endamálið er at veita bíligari bústaðarmøguleikar.

 

Næsta stigið í so máta tykist verða tikið á Heimasta horni í Havn, tað hevur gingið nakað striltið hjá Føroya Banka at sleppa av við allar íbúðirnar, sum bankin yvirtók á sinni.

 

Nú er tó líkt til, at 24 av íbúðunum verða seldar í einum høggi. Sum skilst fer Bústaðir í næstum at skriva undir avtalu, har stovnurin keypir tveir av íbúðarblokkunum, og hetta merkir, at stovnurin í næstum hevur 24 íbúðir tøkar.

 

Andras Róin er stjóri hjá Bústøðum, men hann sigur seg ikki hava nakra viðmerking til málið.