Bústaðir eru farnir undir at byggja 12 íbúðir Yviri við Strond í Havn. Tað er Albert Isfeldt, arkitektur og Sp/f Jóan Petur Vang, sum standa fyri øllum arbeiðinum. Eftir ætlan verða íbúðirnar lidnar um eitt ár.
Hetta er onnur verkætlanin hjá Bústøðum, ið er undir bygging í høvuðsstaðnum. Bústaðir hava í løtuni 34 íbúðir í gerð í Havnini. Hin byggiverkætlanin er á Óðinshædd, sum fór í gongd seinast í mai mánaði.
Umframt hetta, eiga Bústaðir 24 íbúðir á Heimasta horni, ið longu eru leiðagar út.